Handbollskanalen: Óli fintaði 39 ára gamla verjulegendu

39 ára gamla spanska verjulegendan, Viran Morros hevði ikki ein livandi møguleika at steðga Óla Mittún, tá Sävehof vann 41-20 á Wintherthur í EHF European League

Í Partille fyrr í kvøld vunnu Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof ein knúsandi 41-20 stórsigur á sveisiska liðnum, Pfadi Winterthur Í EHF European League.

 

Í steðginum vóru Óli og liðfelagarnir á odda 21-11.

 

Óli gjørdist saman við Gustaf Wedberg toppskjútti hjá Sävehof í kvøld. Óli og Gustaf Wedberg skutu níggju mál hvør.

 

Sambært stóra svenska hondbóltsmiðlinum, Handbollskanalen gjørdi 18 ára gamli, Óli lívið súrt fyri 39 ára gomlu sponslku verjulegenduna, Viran Morros sum hevur eina fortíð í Füchse Berlin, Paris Saint Germain, Barcelona og Ciudad Real, umframt 228 landsdystir og tvær ferðir EM-gull og eina ferð HM-gull við spanska landsliðnum.

 

- Viran Morros er ein av fremstu verjuleikarunum í hesari øldini. Men spaniumaðurin fer at hava marrudreymar um Óla Mittún, ið skoraði níggju mál, tá Sävehof koyrdi yvir Pfadi Wintherthur við 41-20 stórsigri. Ein sterkt viðvirkandi faktorur til tann avsmyrjandi sigursmarginalin var Óli Mittún hjá Sävehof. Tann 18 ára gamli hevði fullkomna spælistovu og skoraði níggju mál, har flestu av málunum komu í individuelum nærdystum við verjuklettin hjá Wintherthur, Viran Morros, ið hevur eina fortíð í m.ø. Barcelona. Skrivar Handbollskanalen um avrikið hjá Óla í kvøld.