Handtók fyrrverandi varaforseta á sendistovu hjá Meksiko

Løgreglan í Ekvardor hevur handtikið landsins fyrrverandi varaforseta á sendistovuni hjá Meksiko í høvuðsstaðnum, Quito.

 

Løgreglan í Ekvador breyt seg í morgun inn á meksikosku sendistovuna í Quito, har hon handtólk fyrrverandi varforsetan í Ekvador, Jorge Glas.. - Foto: Dolores Ochoa/Ritzau Scanpix

Løgreglan í Ekvador er farin inn á sendistovuna hjá Meksiko í høvuðsstaðnum, Quito, har hon handtók fyrrverandi forsetan í Ekvador, Jorge Glas, sum søkti sær friðskjól á sendistovuni eftir at hann varð dømdur fleiri ár í fongsul fyri mutur.

Tað upplýsir forsetaskrivstovan í Ekvador í morgun sambært tíðindastovuni Reuters.

Glas var varforseta í Ekvador millum 2013 og 2017.

Í 2017 varð hann koyrdur frá, tá tað kom fram, at hann hevði tikið ímóti 13,5 milliónum dollarum í mutri frá brasilsku byggifyritøkuni Odebrecht, sum bygdi tað mesta av undirstøðukervinum til HM í fótbólti í Brasilia í 2014 og OL í Brasilia í 2016.

Hann fekk síðani fleiri dómar fyri mutur, men var í 2022 royndarleyslatin í 40 dagar.

Hann gjørdi sær dælt av royndarleyslatingini og flýddi inn á meksikonsku sendistovuna í Quito, har hann fekk friðskjól sum politiskt flóttafólk.

Forsetin í Meksiko, Andrés Manuel López Obrador, sigur tað vera »grovt brot á fólkarættin«, at løgreglan treingir seg inn á senistovuna hjá Meksiko, og at tað er »brot á fullveldi hjá Meksiko«.

Sendistovur eru ikki løgfrøðisliga sær víðkan av landsins øki, men verða vanliga mettar kortini ikki at verða rættarøki hjá vertslandinum.

Tað hendir tí viðhvørt, at persónar kunnu søkja um friðskjól frá tí landinum, sum sendistovan er í.

Eitt annað dømi upp á tað er avstralski Julian Assange, sum stovnaði WikiLeaks og seinni søkti friðskjól frá einum bretskum handtøkuboðum á sendistovuni hjá Ekvador í Bretlandi.

Andrés Manuel López Obrador sigur, at hann hevur givið uttanríkisráðharranum, Alicia Bárcena, boð um at slíka diplomatiska sambandið millum londini.

Viðurskiftini millum londini vóru longu spent.

Stjórnin í Ekvador hevur lýst sendiharran hjá Meksiko í landinum, Alicia Bárcena, fyri »persona non grata«, sum merkir ein persónur, sum ikki er vælkomin, tí Andrés Manuel López Obrador hevði úttalað seg atfinningarsamt um valið í Ekvador fyri kortum.

/ritzau/

 

Løgreglan í Ekvador breyt seg í morgun inn á meksikosku sendistovuna í Quito, har hon handtólk fyrrverandi varforsetan í Ekvador, Jorge Glas.. - Foto: Dolores Ochoa/Ritzau Scanpix