Harris fær stuðul frá Cheney varaforsetanum hjá Bush

Dick Cheney, sum var varaforseti hjá republikanaranum George W. Bush, stuðlar Kamala Harris.

Dick Cheney var varaforseti hjá fyrrverandi amerikanska forsetanum George W. Bush. Hann gjørdist serliga kendur fyri sín leiklut í at leggja til rættis amerikonsku innrásina í Irak í 2003. (Savnsmynd). - Mynd: David Stubbs/Reuters

Dick Cheney, fyrrverandi varaforseti í USA undir George W. Bush forseta, stuðlar demokratiska forsetavalevninum, Kamala Harris, og ætlar at atkvøða fyri henni á valinum í november.

Tað sigur hann sambært tíðindastovuni Reuters.

Cheney sigur, at "í 148 ára søguni hjá landi okkara hevur ongantíð verið ein persónur, sum er ein so stór hóttan móti okkara tjóð sum Donald Trump."

- Sum borgarar hava vit hvør sær skyldu til at seta land okkara oman fyri okkum partapolitiskt og at verja okkara stjórnarskipan. Tí atkvøði eg fyri Kamala Harris, sigur hann.

Dick Cheney er republikanari og var varaforseti millum 2001 og 2009, tá republikanski Bush var forseti. Kamala Harris er núverandi varaforseti í USA, men stillar upp til forsetavalið í november.

Donald Trump er republikanska valevnið til valið. Hann hevur longu verið forseti eitt skifti, sum var millum 2017 og 2021.

Sambært meiningarkanningum til amerikanska forsetavalið er tøtt kapping millum Kamala Harris og Donald Trump.

Fleiri republikanarar hava tó víst ónøgd við Donald Trump og mátan hann stýrir flokkinum.

Íroknað dóttir Dick Cheney, Liz Cheney, sum var limur í umboðsmannatinginum fyri republikanararnir fram til 2023, og Mitt Romney, sum áður stillaði upp til forsetavalið og sum er senatorur fyri statin Utah.

Liz Cheney hevur eisini sagt, at hon fer at atkvøða fyri Kamala Harris.

- Sum konservativur og sum ein, sum virðir og trýr stjórnarskipanini, havi eg umhugsað hetta sera gjølla.

- Vegna vandan, sum Donald Trump hevur við sær, atkvøði eg ikki fyri Donald Trump, og ikki bara tað, eg atkvøði fyri Kamala Harris, segði Cheney mikudagin í røðu á amerikanska universitetinum Duke University.

Romney, sum tapti forsetavalið í 2012 móti demokratinum Barack Obama, segði nei tríggjar ferðir aftur í februar, tá ein tíðindamaður spurdi, um hann fór at umhugsa at atkvøða fyri Donald Trump.

- Nei, nei, nei, als ikki.

- At hava ein forseta, sum er so út av karakteri, fer at hava stóra ávirkan á karakterin hjá USA. Og tað er mítt fremsta atlit, segði hann í samrøðu við miðil The Hill.

Amerikanska forsetavalið er 5. november. Vinnarin verður tikin í eið sum næsti forseti í USA 20. januar næsta ár.

 

/ritzau/

 

Dick Cheney var varaforseti hjá fyrrverandi amerikanska forsetanum George W. Bush. Hann gjørdist serliga kendur fyri sín leiklut í at leggja til rættis amerikonsku innrásina í Irak í 2003. (Savnsmynd). - Mynd: David Stubbs/Reuters