Nú fyrsti ársfjórðingur er farin aftur um bak, og Akstovan hevur gjørt upp hagtølini um skráseting av bilum í Føroyum sæst, at føroyingar næstan bara hava keypt elbilar í ár
Sambært útrokning hjá El-bilum í Føroyum sæst, at 202 elpersónbilar eru skrásettir seinasta mánaðin.
– Hetta er væl og virðiliga met. Hetta er 93,5% av øllum nýggjum skrásettum bilum, og 72,4% tá vit rokna brúktar innfluttar bilar við, skrivar El-Bilar í Føroyum.
Hinir bólkanir kláraðu seg soleiðis, í mun til undanfarna mánað.
Bensin: 0
Diesel: -16
Bensin PHEV: 0
Bensin HEV: +11
Diesel HEV: +1
Hetta er fyrsti mánaði í langa tíð, at samlaði persónbilaflotin er vaksin, og hann er vaksin nógv, heilið 198 persónbilar fleiri enn fyri einum mánaði síðani.
Tilsamans er skrásettir 429 bilar ársins fyrstu tríggjar mánaðir í ár.
Tað eru sum altíð persónbilarnir, sum fylla mest í hagtølunum. Fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár eru seldir tilsamans 320 persónbilar í mun til 352 sama tíðarskeið í fjør. Tað er ein lækking upp á 9 prosent. Av hesum
Í mars mánaði eru seldir 216 persónbilar í mun til 228 sama mánað í fjør. Tað er ein afturgongd upp á 12 bilar ella upp á 5,3 prosent.
Orsøkin til høga talið av skrásettum elbilum í marsmánaði skal helst síggjast aftur í, at lógin um avgjøld á elbilar varð broytt 1. apríl.
Meira um skráseting av nýggjum akførum sæst í talvuni niðanfyri: