Lýst hevur verið eftir tveimum prestum í Suðuroyar norðara prestagjaldið, annað við sæti í Hvalba, hitt við sæti á Tvøroyri.
Nú er greitt, at Hanus Pál Jógvansson verður prestur í Hvalba. Men prestaembætið á Tvøroyri verður ikki sett fyrr enn í næstu viku, sigur Jógvan Fríðriksson, biskupur.
Hanus Pál Jógvansson hevur seinastu tíðina røkt prestastarvið í Hvalba.
Í prestagjaldinum eru fýra kirkjusóknir: Tvøroyri, Fámjin, Hvalba, Sandvík. Harafturat kemur Bønhúsið í Øravík.
Hvalbiarprestur býr í prestagarðinum í Leirum í Hvalba, sum hann hevur skyldu at búgva í.
Í starvslýsingini stóð, at sóknarprestarnir samvirka í einum toymi saman við hinum prestinum í oynni, og at ein reglugerð skipar samstarvið. Í lýsingini stóð eisini, at høvuðsuppgávur prestsins eru:
• at boða Guðs orð, halda gudstænastur og forvalta sakramentini.
• útinna tær kirkjuligu tænasturnar og lesa við konfirmantunum.
• hava sálarrøkt við sóknarbørnunum.
• taka virknan lut í arbeiðinum hjá kirkjuráðunum.
• umsita kirkjubøkurnar og tað skrivliga arbeiðið, ið hoyrir bókunum til.
Afturat kirkjunum eru onnur tænastustøð t.d. gudstænasta ella andakt á sjúkrahúsinum, ellis- og røktarheimum, stovnum og býlum. Hesi støð eru í samráð við avvarðandi myndugleikar ein natúrligur partur av yrki prestsins.
– Vit ynskja ein prest, sum er sjónligur millum fólkið í kirkjusóknunum, gevur áhugamálum fólksins gætur og tekur lut í arbeiðinum millum børn, ung og eldri, stóð eisini í lýsingini.
Sóknarpresturin á Tvøroyri hevur ábyrgd av kirkjubókunum og er jarðarferðarmyndugleiki í prestagjaldinum.
Sóknarpresturin við sæti í Hvalba førir kopibøkurnar.