Mikudagin 14. februar var stovnandi aðalfundur í Bilasølufelagnum. Endamálið hjá felagnum er at savna føroyskar bilasølur í eitt felag, sum skal virka fyri felags áhugamál limanna.
Á stovnandi aðalfundinum vórðu sjey fólk vald í nevndina, sum hevur fyrisæti og umsjón við felagnum. Ásfinnur Sigvardsen er nevndarformaður og Saroya Dalsgarð er næstformaður.
Felagið hevur gjørt avtalu um at gerast partur av felagsskapinum í Vinnuhúsinum. Marius Thomassen úr Vinnuhúsinum verður ráðgevi hjá felagnum.
Felagið fer til verka beinanvegin.