Havnin fremst innan integratión

Tórshavnar Kvøldskúli hevur síðan 2014 gingið á odda at geva útlendingum útbúgving í føroyskum máli og mentan. Útbúgvingin hevur tó ein stóran trupulleika, sum má loysast beinanvegin. Næmingarnir mugu fáa studning.

 

 

 

Útlendsku næmingarnir fáa ikki klovna krónu í studningi, hóast tey røkka 20-tímars kravinum og tí áttu at havt somu sømdir, sum næmingar á miðnámi.

 

 

 

Hetta ger, at næmingar koma og fara, rýma úr skúlanum at arbeiða - og enntá gevast, tí tey ikki hava ráð at vera í skúla. Og tey orka ikki kvøldarundirvísing eftir ein langan og strævnan arbeiðsdag.

 

 

 

So fyri at styrkja integratiónina er upplagt, at vit beinanvegin veita teimum studning á jøvnum føti við aðrar næmingar.

 

 

 

Tórshavnar Kvøldskúli hevur síðani 2014 heitt á landsmyndugleikarnar at gera eina studningsskipan til tey, ið ganga í skúla og læra føroyskt sum annaðmál. Men enn hevur ikki borið á mál.

 

 

 

Hesi fólkini eru jú sum øll onnur noydd til at svara hvørjum sítt, og skúlin sær týðiliga eitt mynstur, har tey arbeiða um t.d. heystið og eru í skúla um várið, bara fyri at hava ráð til skúlagongdina.

 

 

 

Skúlin merkir eitt týðiligt afturstig í undirvísingini orsakað av hesum. Á skúlanum uppliva tey eisini, at tá makar flyta til Føroya, so kemur bara annar í skúla, tí hin má arbeiða.

 

 

 

Hetta er ikki nøktandi, tí báðir partar ynskja at læra føroyskt, men hava ikki ráð til tess. Ein studningsskipan hevði broytt hetta og givið næmingunum møguleika at taka skúlagongdina út í eitt.

 

 

 

Hetta ynski eg at broyta beinanvegin.