Havnin skal hoyrast á løgtingi

Høvuðsstaðarkommunan telir um nøkur ár helmingin av fólkatalinum í landinum. Eg havi fleiri ferðir víst á, at okkum tørvar ein nýggjan heildarhugburð til Havnina sum landsins miðstøð, sum høvuðsstað hjá øllum føroyingum.

 

 

 

Sum er forða løgtingslógir fyri, at vit kunnu loysa bústaðartørvin. Løgtingið má eftir valið broyta hesar skipanir soleiðis, at tær ikki forða fyri, at kommunurnar sleppa at byggja vanligar bústaðir.

 

 

 

Okkara fremsta áhugamál er tí at fáa allar forðingar burtur, sum í dag forða okkum at menna bústaðarmarknaðin. Hesum hevur løgtingið ábyrgdina av og hesin skeivleiki skal rættast sum nakað av tí fyrsta, eitt komandi løgting fer í holt við.

 

 

 

Tingfólk mugu byrja fyrihalda seg til hesar veruleikar. Flestu kommunur hava sama tørv, men serliga høvuðsstaðurin tørvar fólk á løgtingi við røttum hugburði, fólk, ið síggja Havnina sum eitt prosjekt fyri allar Føroyar.

 

 

 

Standi tí saman um Havnina valdagin.

 

 

 

Heðin Mortensen

 

borgarstjóri