13 sigrar og 6 javnleikir í seinastu 20 dystunum móti B36

HB hevur hagtølini við sær í grannauppgerðini

Seinnapartin klokkan 17 byrjar grannauppgerðin í Betrideildini millum HB og B36 á ovara vølli í Gundadali í Havn.

 

HB er næstfremst í deildini við 24 stigum, meðan B36 er nummar fimm við 14 stigum.

 

B36 hevur ikki vunnið á HB síðani 7. apríl í 2019, og er HB eisini favorittur hjá altjóða veddingarfyritøkum at vinna enn ein sigur á B36.

 

Í teimum seinastu 20 dystunum í Betrideildini og í kappingini um løgmanssteypið hevur HB 13 sigrar, seks javnleikir og eitt tap móti B36.

 

HER eru hagtølini fyri 20 teir seinastu dystirnar millum HB og B36 við oddsunum, ið vóru til dystirnar:

 

##med2##

 

##med3##