Í dag ferðaðust Teis Horn Rasmussen, Peter Krogh og liðfelagarnir í Aarhus HC suður til týska markið fyri at spæla dyst móti Tønder.
Tað endaði ógvuliga dramatiskt til fyrimuns fyri Aarhus. Klokkan vísti 59:59 tá Rasmus Just skoraði sigursmálið til 27-26 til Aarhus.
Í steðginum var støðan javnleikur 12-12, og var talan um ein javnan og spennandi dyst.
Aarhus er nummar fimm í deildini við 17 stigum.
Komandi leygardag klokkan 14 verður føroyingauppgerð. Tá taka Pauli Mittún og liðfelagar hansara í Team Sydhavsøerne móti Aarhus á heimavølli.
Seinasti dysturin hjá Aarhus undan vetrar- og HM steðginum verður leygardagin 16. desember. Tá verður aftur føroyingauppgerð millum Aarhus og liðið hjá Paula Jacobsen og Róa Berg Hansen, HØJ.