Føroyskar fyritøkur hava leingi skríggjað eftir hondum, sum skapa og byggja. Hendur sum kunnu byggja og umvæla bygningar, skip, vegir, bilar ella tunlar. Eisini hendur, sum kunnu baka, gera mat, sniðgeva ella skapa hárlist. Alt klókar og hegnigar hendur.
Gongdin hevur verið púra greið. Fleiri og fleiri ung velja gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar, meðan færri velja verkligu útbúgvingarnar. Seinastu árini hevur ikki verið óvanligt, at omanfyri 80 prosent av einum árgangi taka gymnasialt miðnám.
Tað hevði verið skilagott við einari betri javnvág millum bókligu útbúgvingarnar og verkligu útbúgvingarnar.
Eg haldi ein orsøk til, at so nógv leita bókliga vegin, kanska eisini tey, ið høvdu verið betri egnað til at tikið eina verkliga útbúgving, er, at tað leingi hevur verið ein grundfatan, at tað er í ”hægri í metum” at fara at lesa um Platon, hvørjumfals bendingar og gera alisfrøðiroyndir enn at halda í einari sag, læra at sniðgeva ella at seta ein rætt saman.
Tað er mín fatan, at tað verður lagt nógv fyri at tryggja so nógvum sum gjørligt pláss á miðnámi, uttan at spyrja, um hetta er tað, ið øll hesi ungu hava bestan hug til. Og meðan alsamt fleiri nema sær bókliga útbúgving, økist tørvurin á fólki við tekniskum og handaligum førleikum. Og hetta er ein trupulleiki – fyri vinnuna og sanniliga eisini fyri samfelagið.
Men hvussu loysa vit ta avbjóðingina?
Eg haldi, at vit eiga í nógv størri mun at eggja teimum ungu at velja eina verkliga útbúgving. Tað er neyðugt, at taka støði í tí, sum bæði tað almenna og vinnan eftirspyr. Av somu orsøk er skilagott, at fleiri partar eru við at leggja yrkisútbúgvingarnar til rættis, fyri at tryggja, at tær tæna sínum endamáli. Ikki nóg mikið við tí. Ungdómurin eigur eisini at vera spurdur, hvørjar yrkisútbúgvingar tørvur er á, soleiðis at nýggjar útbúgvingar kunnu verða stovnsettar. Eisini er neyðugt at útboðið av hesum útbúgvingum gerst lokkandi og viðkomandi fyri bæði kynini. Tað hoyrist, at tað eru heilt fáar gentur, ið fara yrkisvegin, tí valmøguleikarnar vanta.
Tað er avgerandi, at vit hava eina fjølbroytta arbeiðsmegi í Føroyum. Skal tað eydnast, mugu tær verkligu útbúgvingarnar koma til heiður og æru aftur.
Skal framtíðarvælferðin tryggjast í Føroyum, er neyðugt at leggja størri dent á yrkisútbúgvingar.
Tað ætli eg mær at arbeiða fyri, verði eg valdur tann 8. desember.
Uni Holm Johannesen,
løgtingsvalevni fyri Javnaðarflokkin