Starvsfólk og teirra nærmastu møttu til eina hugnaløtu at heiðra starvsfólkini, ið øll hava tað til felags, at tey hava verið í starvi í hjá Tvøroyrar kommunu í nógv ár, har tey hava veitt kommununi, og borgarunum, eina trúgva og góða tænastu.
Starvsfólkini fingu handa eina gávukurv og gávukekk.
Tey, ið heiðrað vórðu:
- Joan Eidesgaard, starvast í 15 ár í barnaansingini í Mýrufípuni.
- Eyðvør Jacobsen, starvast í 15 ár í barnaansingini í Mýrufípuni.
- Martin Øster, starvast 20 ár sum húsavørður í Trongisvág- og Tvøroyrar Skúla.
- Anfinn H. Leo, sløkkiliðsmaður í 20 ár hjá Tvøroyrar sløkkiliði.
- Birgir Dimon, sløkkiliðsmaður í 40 ár hjá Tvøroyrar sløkkiliði.
- Óluva Joensen, undirvíst í veving í 40 ár hjá Tvøroyrar kvøld og frítíðarskúla.
– Tvøroyrar kommuna takkar starvsfólkunum fyri drúgva og trúgva tænastu, skrivar kommunan á heimasíðu síni.
Kelda: TVK.fo
##med2##