Heilsu- og umsorganarøkið hevur uppiborið virðing

Føroyska samfelagið hevur stóran tørv á starvsfólki innan heilsu- og umsorganarøkið. Skulu vit nøkta hendan tørvin, er neyðugt, at starvsfólkini fáa eitt lønarlyft – løn í samsvari við ábyrgdina, sum liggur á teimum.

 

 

 

Sjálv havi eg fyrr starvast á einum røktarheimi í Klaksvík og í eitt styttri tíðarskeið sum hjálparfólk á einum dagstovni. Her arbeiddi eg saman við fólki, sum við sínum serkunnleika og nærlagni røkja ein týðandi leiklut í okkara vælferðarsamfelagi. Eru vit góð við hesi starvsfólkini, eru vit góð við okkara nærmastu.

 

 

 

Í kjalarvørrinum á stóra tørvinum á heilsu- og umsorganarstarvsfólki seinastu tíðina, hevur ein nærum fingið fatanina av, at vit skulu hópframleiða sokallaðar heitar hendur. Hetta er nokk tætt knýtt at fatanini av starvsøkjum, har kvinnur eru ráðandi. Hetta snýr ikki bert um heitar hendur, men um vit, skil og fakkunnleika innan økið.

 

 

 

Kynsbýtti arbeiðsmarknaðurin

 

Í Føroyum er ein stórur lønarmunur millum kvinnur og menn. Sambært hagstovuni, var munurin millum samlaðu lønargjaldingarnar fyri oktober mánað 202.2 mió kr. millum kvinnur og menn.

 

 

 

Verður gravað eitt sindur í hesum muninum, er orsøkin m.a., at kvinnur í størri mun starvast í heilsu- og umsorganarøkinum. Fyrsta orsøkin er lønarlagið, ið ger henda munin. Í øðrum lagi, vísir gransking, at kvinnur arbeiða í størri mun niðursetta tíð, hóast høga luttøku á arbeiðsmarknaðinum. Hetta er tætt knýtt at ábyrgdini, sum kvinnur hava í heima við hús.

 

 

 

At kvinnur í størstan mun taka sær av tí, sum hoyrir heiminum til og umsorganini av børnunum verður eisini staðfest í manntal 2011 og í kanningini hjá Javnaðarflokkinum á Fólkatingi frá 2020. Sostatt er okkara kyn avgerandi fyri, hvørjar møguleikar, vit hava her í Føroyum.

 

 

 

At kvinnur og menn í Føroyum ikki eru fíggjarliga javnsett er í sjálvum sær ein fólkaræðislig avbjóðing. Hetta hevur sjálvsagt avleiðingar fyri kvinnuna og avmarkar hennara frælsi.

 

 

 

Fiskur og vælferð

 

Sum søgulesandi er freistandi at leita aftur í tíð og seta hetta í samband við fortíðarinnar virðing av arbeiðinum hjá føroyskum kvinnum. Tá fiskivinnan av álvara tók seg upp í Føroyum, varð arbeiðið hjá nógvum monnum flutt frá heimaútróðri til fiskiskap við størri skipum ofta mánaðir at gangin. Havið var eitt vandamikið arbeiðspláss, har ein ikki visti, um hann nakrantíð slapp at síggja síni nærmastu aftur.

 

 

 

Tá báturin hevði loyst frá landi, skuldi kvinnan aftur til arbeiðis – hon hevði ikki stundir til at standa og kúra, meðan báturin hvarv í eygsjón. Nú var hon í bæði faðirs og móður stað. Hon tók sær av arbeiðinum uttandura sum innandura.

 

 

 

Tær virkaðu fiskin, sum menninir fingu til lands, tóku sær av børnunum, heimliga umhvørvinum og útiarbeiðinum, sum har til hoyrdi. Hetta hevur Jóan Pauli Joensen, fólkalívsfrøðingur, sera hegnisliga greitt okkum frá.

 

 

 

Tað er áhugavert, at kvinnan kortini sjáldan verður sett í samband við okkara høvuðsvinnu, meðan bøkur og aðrar frásagnir um djarvar og ídnar menn í vandasjógvi finnast í hópatali. Ja, kvinnurnar tykjast ikki at hava fingið viðurkenning fyri teirra lut í høvuðsvinnu okkara. Uttan tær, varð eingin fiskur vaskaður, turkaður og útfluttur av landinum.

 

 

 

Tíðin er komin at sýna kvinnunum í Føroyum virðing fyri týðandi lut teirra í grundarlagnum undir vælferð okkara og okkara vælferðarsamfelagi, sum okkum dáma so sera væl at breggja okkum av.

 

Hvussu loysa vit avbjóðingina

 

Lønarlagið á heilsu- og umsorganarøkinum skal verða hækkað á eitt støði, sum samsvarar við yrkiskunnleikan og ábyrgdina í arbeiðinum. Eg fari at arbeiða fyri, at almenna lønarskipanin verður endurskoðað, og at lønarhækkingar verða latnar í krónum fram um prosentum.

 

 

 

Verði eg vald inn, fari eg at virka fyri, at kvinnur og menn í Føroyum verða fíggjarliga javnsett.

 

 

 

Birita Matras Petersen,

 

valevni fyri Javnaðarflokkin