Heilsuskúlin og løn

Nógv verður snakkað um at opna fleiri deildir av Heilsuskúlanum.

Sannleikin er, at um tey opna nýggjar deildir á hvørjum tanga, so fáa tey ikki nokk av næmingum allíkavæl. Lønirnar hjá teimum, sum arbeiða á eldraøkinum eru millum tær lægstu í landinum. Serliga tá tað snýr seg um yvirtíð.

Valevni hjá Framsókn og Fólkaflokkinum siga, at arbeiðsmarkaðurin skal taka sær av hesum, men her riggar marknaðurin ikki einsamallur, og tað kann mann ikki lasta fakfeløgini fyri.

Javnaðarflokkurin er einasti flokkur, sum vil hava lønarlyft til umsorganarøkið og sum vil stytta arbeiðsvikuna, sum ger tað skjótari at fáa yvirtíð.

 

 

Henrik Old,

 

Valevni hjá Javnaðarflokkinum