Heimafriður

Á nýggjárinum komu nýggj markvirði fyri óljóð frá skipum í gildi. Hetta fer at bøta um trupulleikan av óljóði hjá teimum sum búgva nær við havnaløgini.

 

Fyrstu tíðina er markvirðið sett til 58 desibel um náttina og 60 desibel um dagin (mált við ljóðkelduna), men hesi mørkini fara at lækka so líðandi tey komandi árini.

 

Tók málið upp

 

Longu tann 4. november 2009 setti eg Anniku Olsen, táverandi landsstýriskvinnu, ein fyrispurning um óljóð frá skipum, og tá eg í 2019 sjálvur bleiv landsstýrismaður við millum øðrum kommunu- og umhvørvismálum, tók eg hetta málið upp. Nógvir fundir vóru við Umhvørvisstovuna, felagið Heimafrið, kommunurnar og størru havnirnar. Hóast fleiri mótstríðandi áhugamál millum onkrar av pørtunum, so var ein vilji til at finna loysnir.

 

Málið er ikki heilt einfalt, tí á aðrari síðuni vilja vit øll hava virksemi í landinum, men vit vilja eisini hava frið at sova um náttina. Føroyar eru soleiðis innrættaðar, at stutt er millum havnarløg og bústaðarøki. Eisini eru fleiri meiningar um, hvussu ljóðið skal mátast. Loysnin mátti tí blíva ein neyðsemja. Onkur vil helst siga, at markvirðini eru sett ov høgt, og onkur annar kundi kanska hugsað sær, at lækkingin gekk yvir longri tíð, men saman kunnu vit tó fegnast um, at hetta var byrjanin til nakað, sum fer at gera tað liviligt hjá okkum øllum, bæði vinnulívi og teimum sum búgva við havnarløgini – tí vit skulu øll vera her.

 

 

 

Helgi Abrahamsen

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin