Heitasta septembernátt í Danmark nakrantíð

Hesa náttina fór hitin ongantíð niður um 21,7 stig í Rønne á Bornholm. 

Her liggur danska kongaskipið í Rønne á Bornholm undir einari kongsvitjan í juni í fjør.

Mikunáttin var hin heitasta, sum nakrantíð er máld í Danmark í september.

Hesa náttina fór hitin ongantíð niður um 21,7 stig í Rønne á Bornholm. 

 

Og her er talan um tímarnar millum klokkan 20 týskvøld og klokkan 08 í morgun.

 

Hetta veit www.tv2.dk at siga í morgun.

 

Í høvuðsstaðnum Keypmannahavn gjørdist tað kortini ikki nøkur tropunátt, tá hitin í minsta lagi skal vera 20 stig.

 

Hitin í Keypmannahavn helt sær á 18,7 stigum, ið eisini er heitasta náttin, sum nakrantíð er máld í Keypmannahavn í september.

 

 

 

Her liggur danska kongaskipið í Rønne á Bornholm undir einari kongsvitjan í juni í fjør.