Ferðin hjá pyntaðu bilunum byrjaði í Skopun, har koyrt varð runt í bygdini, og tá komið varð til Sands, varð eisini koyrt gjøgnum bygdina her.
Ein lítil steðgur var úti á bryggjuni á Sandi.
Síðan kom bilrøðin spakuliga heim gjøgnum bygdina á Sandi, eftir Sandafløtti og eystur til Húsavíkar og síðan til Skálavíkar, skilst.
Tað gekk ein góð løta, til bilarnir vóru aftur á Sandi og hildu leiðina yvir um fløttin og norður aftur til Skopunar, har steðgað varð á bryggjuni.
Í Skopun fekk flottasti bilurin eina virðisløn og soleiðis, sum vit hava skilt, sæst vinnandi bilurin her í myndarøðini og eisini niðast í røðini.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##