Helvtin av línuflotanum liggur

- Streymurin verður brúkiligur, og veðurforsøgnin fyri teir næstu dagarnar sær eisini brúkilig út.

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at bæði ísfiskalínuskipini liggja.

 

Vit gita, at hetta eru tvey størri ísfiskalínuskip, sum talan er um - og helst tey einastu, sum nú eru eftir í flotanum.

 

Spurningurin er so, hvat tey smærru ísfiskalínuskipini, sum hava egningarmaskinu, gera.

 

Her hugsa vit eitt nú um Volunteer, Fiskivarða og Anru, men einki verður sagt um hesi skipini.

 

Um frystilínuskipini verður sagt, at tvey eru undir Føroyum, eitt er á Íslandsrygginum, og tvey fiska í Eysturgrønlandi.

 

- Línuskipini fáa eina blanding av toski, longu og brosmu, og lagt verður aftrat, at fimm frystilínuskip í løtuni liggja við bryggju.

 

##med2##

 

Um útlitini til útróður, verður sagt, at streymurin verður brúkiligur, og veðurforsøgnin fyri teir næstu dagarnar sær eisini brúkilig út.

 

- So, vit vænta, at nakað verður av útróðrarfiski, og bátarnir fáa mest av toski og hýsu, men fiskiskapurin er smáligur, verður lagt aftrat.

 

 

 

Fiskivarði er eitt av teimum smáu línuskipunum, sum hevur egningarmaskinu