Helvtin av línuskipunum liggja

- Streymurin er góður, og veðrið verður gott fyri tað mesta, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.

Í løtuni er einki størri ísfiskalínuskip til fiskiskap.

 

- Bæði skipini liggja, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.

 

Hinvegin eru tvey frystilínuskip undir Føroyum, eitt er á Íslandsrygginum, og tvey fiska í Eysturgrønlandi.

 

- Línuskipini fáa eina blanding av toski, longu og brosmu.

 

Í løtuni liggja fimm frystilínuskip við bryggju.

 

Um útlitini til útróður í næstu viku, verður sagt, at streymurin er góður, og veðrið verður eisini gott fyri tað mesta.

 

- Vit vænta tískil nakað av útróðrarfiski, og møguliga fer onkur bátur eisini út á Føroya Banka, verður lagt aftrat.