Hjá fólkabólkinum Toraja á indonesisku oynni Sulawesi liva tey deyðu víðari.
Her er tað ikki óvanligt síggja ommu sína sita við borðendan, tó at hon er deyð fyri langari tíð síðan og tiskil skuldi ligið undir grønutørvu.
Í fólkabólkinum er lívið á jørðini bara ein stuttur steðgur á vegnum til tað, sum er hinumegin. Mentanin hjá fólkinum her er helst øðrvísi enn flestu aðrastaðni í heiminum.
Fyri at varðveita likamið so leingi sum gjørligt, sproyta tey formalin undir húðina hjá teimum deyðu. Tískil kunnu tað ganga fleiri ár eftir deyðsfallið, áðrenn jarðarferðin verður.
Jarðarferðirnar í Sulawesi kunnu vara upp í tíggju dagar, og tær eru rættiliga kostnaðarmiklar. Tær kunnu kosta einar 50.000 dollarar, sum er 20 ferðir eina vanliga ársinntøku í Indonesia.
Men, sjálvt eftir jarðarferðina halda - í okkara verð - løgnu siðvenjurnar fram.
Tey deyðu verða javnan tikin fram aftur úr grøvini. Tey fáa nýggj klæði, hárið verður sett av nýggjum, og kanska fær onkur eina sigarett í munnin.
Meira um hetta kann lesast á https://www.dagbladet.no/nyheter/unik-dodskult-bildene-sjokkerer/81931152
##med2##
##med3##