Tað merkist í miðbýnum í Havn, at kroatiska fótbóltsliðið Hajduk Split er komið til býin. Teir skulu spæla ímóti HB klokkan 20 í kvøld, og longu í gjárkvøldið vóru fjepparar teirra provokerandi á skeinkistøðum, fortaldi løgreglan í morgun.
Í dag síggja vit so, at fleiri veggir í miðbýnum eru meiggjaðir til við spraymáling. Fótbóltsfjeppararnir hava málað - ella skrivað - navnið á liðnum, og so er eisini ein hakakrossur, sum er merkið hjá nasistunum.
Herverkið er, sum vit higartil hava sæð, serliga í økinum millum Glitnir og Sirkus. Okkurt smávegis veggjakrutl er uttan fyri Number 1 pizza, og so er eisini okkurt sprayað á veggin á Reinsarínum.
LES EISINI: Ustaša og Torcida Split: kroatisk søga og fótbóltssøga
Dysturin í kvøld er ein sokallaður "high-risk" dystur, og hjá politinum eru tey klár til, at fjepparar kanska fara at gera um seg í kvøld.
Fjeppararnir hjá Hajduk Split eru tiltiknir fyri at vera villir og provokerandi.
LES EISINI: 300 kroatiskir fótbóltsfjepparar í Føroyum: Summir eru provokerandi
Sí myndirnar frá herverkinum her:
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##