Hetta er mest selda akfar í Føroyum í juli
Sølan av nýggjum bilum er minkað so nógv, at merki av viðfestisvognum hevur yvirhálað søluna av nýggjum bilum
Tá Akstovan gjørdi upp hagtølini fyri søluna av akførum fyrstu sjey mánaðirnar í árunum, vísti tað seg, at eitt merki av viðfestisvognum lá ovast á sølulistanum í juli. Talan er um viðfestisvognarnar Brenderup. Á Akstovuni eru 12 viðfestisvognar av hesum merkinum skrásettir í juli mánaði. Tað merkir, at teir eru á 1. plássi á topp-10 listanum yvir best seldu akførini í juli. Á einum deildum øðrum plássi eru Toyota og Hyundai, sum hava selt 8 bilar í part í juli.
Topp-10 listin fyri mest seldu akfør juli eru:
1. Brenderup: 12 vognar
2. Toyota: 8 bilar
3. Hyundai: 8 bilar
4. FORD: 7 bilar
5. MERCEDES-BENZ: 6 bilar
6. MG: 6 bilar
7. VOLKSWAGEN: 6 bilar
8. VOLVO: 6 bilar
9. AUDI: 4 bilar
10. CITROEN: 4 bilar
Topp-10 listin fyri mest seldu akfør ársins fyrstu sjey mánaðir sær soleiðis út:
TOYOTA: 124 bilar
HYUNDAI: 96 bilar
NISSAN: 92 bilar
VOLKSWAGEN: 89 bilar
RENAULT: 80 bilar
MG: 62 bilar
MERCEDES-BENZ: 55 bilar
VOLVO: 53 bilar
BRENDERUP: 42 bilar
FORD: 34 bilar