Her er nógv ferðsla, bæði sunnaneftir og norðaneftir, og tú skalt vera rættiliga árvakin - serliga í hálku - tá tú koyrir út á landsvegin.
Men, í gjár tá enn eitt ferðsluóhapp var á hesum vegastrekki, var sambært løgregluni ikki hált.
Í morgun visti vaktleiðarin á løgreglustøðini at siga, at talan eisini í hesum førinum var um eitt víkiskylduóhapp.
- Annar bilurin helt ikki víkiskylduna, sigur løgreglan.
Trý fólk endaðu á Landssjúkrahúsinum, og báðir bilarnir máttu flytast burtur av vegnum.
Vaktleiðarin visti ikki at siga í morgun, hvussu tey trý, sum endaðu á Landssjúkrahúsinum, hava tað.
##med2##