- ófødda barnið hevur sín persónliga lækna frá gitna og til 18 ára føðingardagin?
- hesin er sami læknin, sum mamman hevur?
- ófødda barnið hevur sama rætt til læknahjálp sum foreldrini, eisini tá fosturtøka verður umhugsað?
- ófødda barnið er umfatað av mannarættindum eins og tú og eg?
- ófødda barnið er, menniskjaliga sæð, tað mest hjálparleysa, sum hugsast kann?
- ófødda barnið ikki fær vart seg móti ágangi?
- ófødda barnið er veruligi høvuðspersónurin í einihvørjari fosturtøkuætlan- og roynd.
- ófødda barnið nærum ongantíð verður nevnt í fosturtøkukjakum?
- ófødda barnið onga aðra rødd hevur at verja seg við enn tína og mína?
- ófødda barnið hevur sama rætt til hjálp og verju frá m.ø. politikarum sum tú og eg?
- at føroyska samfelagið hevur undirskot av kvinnum?
- at helvtin av teimum børnum, ið verða aborteraði, eru gentubørn?
Vit kundu hildi á og víst á svárar mótsøgnir í tí viðgerð, sum fleiri ófødd børn tíverri enn fáa í dagsins samfelagi.
Tann ultimativa órætturin er, at tað yvirhøvur ber til, í framkomnum og sokallaðum mentaðum londum, at loysa m.a. sosialar trupulleikar við at gera seg inn á ófødd børn.
Vit í Miðflokkinum fara altíð at standa undir liðini á tí ófødda, heilt til rættur tess til lív er staðfestur við lóg!
Jenis av Rana
formaður Miðfloksins