Í morgun fekk frystilínuskipið Kambur ein sjógv nakrar fjórðingar suður úr Føroyum.
Edvard Bjarnason á MRCC sigur, at higartil hevur tyrlan bjargað 13 av manningini sum telur 16.
- Teir, sum higartil eru bjargaðir, eru á Suðuroyar Sjúkrahúsi til kanningar, sigur hann.
Spurdur, hvussu støðan er hjá teimum, sum eru eftir umborð og hjá skipinum, er Edvard Bjarnason fámæltur.
- Umstøðurnar eru truplar á leiðini, men vit gera okkara besta, sigur hann.
Sum skilst, er støðan hjá skipinum ikki góð, men í løtuni er trupult at siga, hvussu verður.
- Breiðanes er á leiðini, og Brimil er á veg, leggur Edvard Bjarnason á MRCC aftrat.