Í morgun fekk løgreglan eina fráboðan um, at onkur helt seg síggja eina grind vestanfyri.
- Hetta var á leiðini millum Leynar og Vágar, visti vaktleiðarin at siga í morgun.
Tað vísti seg tó ikki, at teir, sum fór at leita eftir grindini, sóu nakra grind.
- Um nakað meira verður burtur úr hesum - ella um grindin kanska stingur seg upp aftur, er ómøguligt at siga.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at fyribils eru teir givnir at leita eftir grindini.