Hillerød tapti fyri Esbjerg á heimavølli

Heldur ikki í dag slapp Mattias H. Lamhauge at verja málið hjá Fredericia

Seinnapartin spældu Hillerød og Fredericia dyst í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Daniel Johansen og Adrian R. Justinussen vóru við frá dystarbyrjan, tá Hillerød á heimavølli tapti 1-2 fyri Esbjerg.

 

Esbjerg skoraði bæði málini fyrstu 26 minuttirnar av dystinum. Beint áðrenn leiklok minkaði Marinus Due Grandt um munin til 1-2.

 

Hillerød er nummar átta í deildini við 21 stigum.

 

Hillerød spælir seinasta dystin undan vetrarsteðginum á útivølli móti HB Køge, mánakvøldið 2. desember.

 

Mattias H. Lamhauge mátti enn eina ferð síggja Valdemar Birksø verja málið hjá Fredericia, tá Fredericia á heimavølli vann 1-0 (0-0) á Kolding. 

 

Fredericia er næstfremst i deildini við 34 stigum.

 

Komandi leygardag spælir Fredericia seinasta dystin undan vetrarsteðginum. Dysturin verður móti Roskilde, ið  hevur Hørð H. Askham uttanfyri við skaða.