HM: Danmark og Svøríki taka fýra stig við sær til millumumfarið

Danmark og Svøríki vunnu eisini triðja dystin í teirra innleiðandi bólkum

Mynd: Scanpix

Seinastu dystirnir í innleiðandi bólkaspælinum í HM-endaspælinum í hondbólti hjá kvinnum vóru leiktir í dag og í kvøld.

 

Tað eydnaðist Svøríki í bólki A og Danmark í bólki F at vinna innleiðandi bólkarnar við fullum stigatali.

 

Her eru dagsins úrslit, málskjúttar og endaliga støðan í bólkunum:

 

Bólkur A:

 

Svøríki – Kroatia 22–17 (9–7)

 

Svøríki: Jenny Carlson 6, Nathalie Hagman 5, Mathilda Lundström 3, Linn Blohm 2, Olivia Mellegård 2, Jamina Roberts 2, Sofia Hvenfelt 1, Emma Lindqvist 1.

Kroatia: Andrea Simara 5, Valentina Blazevic 3, Dejana Milosavljevic 2, Lara Buric 2, Tina Barisic 1, Kristina Prkacin 1, Camila Micijevic 1, Katarina Jezic 1, Klara Birtic 1.

 

Kina – Senegal 15-22 (9-9)

 

Kina : Mengqing Jin 4, Xinyao Zhao 3, Mengxue Zhou 3, Chan Liu 2, Guisi Zhang 1, Xiaoqing Li 1, Hongyan Zhuang 1.

 

Senegal : Soukeina Sagna 8, Marie Fall 4, Dienaba Sy 3, Fanta Keita 3, Aminata Cissokho 3, Doungou Camara 1.

 

Svøríki vinnur bólkin við fullum stigatali, seks stigum. Nummar tvey gjørdist Kroatia við trimum stigum, og nummar trý gjørdist Senegal, somuleiðis við trimum stigum. Kina endaði aftast í bólkinum við ongum stigi, og tær skulu spæla um endastøðurnar millum nummar 25 og 32.

 

Svøríki tekur fýra stig við sær í millumspælið, og Kroatia og Senegal taka eitt stig við sær í millumspælið.

 

Bólkur E:

 

Danmark – Rumenia 39-23 (21-10)

 

Danmark : Kristina Jørgensen 10, Trine Østergaard 5, Jensen Emma Cecilie Uhrskov Friis 4, Anne Mette Hansen 4, Rikke Iversen 3, Mie Enggrob Højlund 3, Louise Katharina Burgaard 2, Helena Elver Hagesø 2, Julie Mathiesen Scaglione 2, Andrea Ulrikka Aagot Hansen 2, Kathrine Brothmann Heindahl 1, Line Haugsted 1.

 

Rumenia : Maria Diana 5, Lorena-Gabriela Ostase 3, Sonia-Mariana Seraficeanu 3, Crina-Elena Pintea 3, Alexandra-Diana Badea 2, Eliza-Iulia Buceschi 2, Alexandra Dindiligan 2, Andreea- Cristina Popa 2, Alicia-Maria Gogirla 1.

 

Serbia – Chile 30-16 (10-6)

 

Serbia : Aleksandra Stamenić 7, Dunja Radević 4, Sanja Radosavljević 4, Jovana Jovović 3, Edita Nuković 3, Aleksandra Vukajlović 3, Katarina Bojičić 2, Teodora Veličković 2, Emilija Lazić 1, Andela Janjušević 1.

 

Chile : Maura Andrea Álvarez 4, Constanza Paul 3, Madeleine Noelia Cortez 2, Valeska Andrea Lovera 2, Alicia Torres 2, Josefa Ignacia Araya 1, Francisca Andrea Parra 1, Gabriela Belén Müller 1.

 

Danmark vinnur bólkin við fullum stigatali, seks stigum. Rumenia er nummar tvey við fýra stigum og Serbia er nummar trý við tveimum stigum. Chile endar aftast í bólkinum við ongum stigi, og tær skulu nú spæla um endastøðurnar millum nummar 25 og 32.

 

Danmark tekur fýra stig við sær í millumspælið og Rumenia tekur tvey stig við sær í millumspælið. Serbia fær einki stig við sær í millumspælið. 

 

 

 

 

 

Mynd: Scanpix