HM: Frakland vann á okkara komandi mótstøðuliði í millumbólki 2

Frakland hevur longu vunnið HM-millumbólk 2

Frakland endar á fremsta plássinum í HM-millumbólki 2, hóast teir have ein dyst eftir at leika í bólkinum.

 

Frakland vann í dag í Varazdin í Kroatia greiðan 35-28 sigur á okkara komandi EM-undankappingarmótstøðuliði, Niðurlondum. Í steðginum var Frakland á odda 19-13.

 

Í sama bólki vunnu okkara HM-banamenn, Norðurmakedonia 39-34 (21-17) á Katar. Klokkan 19.30 spæla Eysturríki og Ungarn.

 

Frakland er fremst í bólkinum við átta stigum. Niðurlond og Norðurmakedonia hava fýra stig hvør, og Eysturríki og Ungarn hava trý stig hvør. Aftast er Katar við ongum stigi.

 

Niðurlond-Frakland 28-35 (13-19)

 

Toppskjúttar Niðurlond: Dani Baijens 6, Lars Kooij 5, Luc Steins 3, Rutger Ten Velde 3.

 

Toppskjúttar Frakland: Melvyn Richardson 7, Dika Mem 7, Elohim Prandi 4, Nedim Remili 4. 

 

Norðurmakedonia-Katar 39-34 (21-17)

 

Toppskjúttar Norðurmakedonia: Filip Kuzmanovski 6, Zharko Peshevski 6, Nenad Kosteski 5, Marko Mitev 5.

 

Toppskjúttar Katar: Frankis Marzo 12, Moustafa Heiba 4, Youssef Altaieb Ali 4.

 

Skráin:

 

21. januar: Eysturríki-Norðurmakedonia 29-29 (14-13)

 

21. januar: Katar-Niðurlond 37-38 (19-17)

 

21. januar: Ungarn-Frakland 30-37 (15-23)

 

23. januar: Norðurmakedonia-Katar 39-34 (21-17)

 

23. januar: Niðurlond-Frakland (klokkan 17)

 

23. januar: Ungarn-Eysturríki (klokkan 19.30)

 

25. januar: Niðurlond-Eysturríki (klokkan 14.30)

 

25. januar: Katar-Ungarn (klokkan 17)

 

25. januar: Frakland-Norðurmakedonia (klokkan 19.30)