14. januar til 2. februar í 2025 verður HM-endaspælið í manshondbólti avgreitt í Noregi, Danmark og Kroatia, tíverri uttan føroyska landsliðið.
Ígjár var trekt til teir átta innleiðandi bólkarnar í HM-endaspælinum.
Okkara nemisis í avgerandi HM-undandystunum, Norðurmakedonia endaði í bólki D í Varaždin í Kroatia saman við Ungarn, Niðurlondum og Guinea.
HER er samlaða lutakastið:
- Bólkur A (í Herning): Týskland, Kekkia, Póland, Sveis
- Bólkur B (í Herning): Danmark, Italia, Algeria, Tunesia
- Bólkur C (í Poreč): Frakland, Eysturríki, Katar, Kuwait
- Bólkur D (í Varaždin): Ungarn, Niðurlond, Norðurmakedonia, Guinea
- Bólkur E (í Oslo): Noreg, Portugal, Brasil, USA
- Bólkur F (í Oslo): Svøríki, Spania, Japan, Chile
- Bólkur G (í Zagreb): Slovenia, Ísland, Kuba, Kap Verde/Grønhøvdaoyggjar
- Bólkur H (í Zagreb): Egyptaland, Kroatia, Argentina, Bahrain