Hosufóðra kloakkir í Havn fyri 3,5 milliónir

Tórshavnar býráð samtykti í gjárkvøldið at seta knappar 3,5 milliónir krónur av til at umvæla kloakkir ymsastaðni í kommununi.

 

Talan er um at hosufóðra kloakkirnar. Hetta verður gjørt við at kloakkirnar verða umvældar innanífrá.

 

Á henda hátt slepst undan at grava vegir, gongubreytir og annað upp.

 

Nakrar kloakkir í kommununi eru longu umvældar við hosufóðring, og tað hevur eydnast væl.

 

Tá ið kloakkir verða hosufóðraðar, sleppur kommunan undan stríðnum at grava, fylla í aftur og asfaltera. Hetta sparir kommununi nógva tíð og pening, umframt at borgarin sleppur undan, at vegir verða grivnir upp í longri tíðarbil, skrivar Tórshavnar kommuna.

 

##med2##

 

Arbeiðið at hosufóðra ber í sær, at stórar og langar hosur - upp í fleiri 100 metrar – verða lagdar inn í rørini.

 

Hosan verður vatntett og blást inn í rørini. Síðani stadnar hosan, og eitt spildurnýtt plastrør er bygt undir jørð.