Hóttir við at steingja handil og skylda upp á býráðið

Handilsmaður í Havn er so argur inn á býráðið, sum steingir fleiri vegir í miðbýnum í senn, at hann nú hóttir við at steingja handilin og lýsa við, at Tórshavnar kommuna ger tað ómøguligt at reka handil í miðbýnum.

 

Høgni Lützen, stjóri hjá P/F Valdemar Lützen á Skálatrøð er sera argur inn á Tórshavnar býráð, sum í heilum steingir vegir í miðbýnum. 

– Eisini nú í bestu ársins tíð at selja vørur, sigur hann í skrivi, sum hann hevur sent býráðnum.

Hann hevur áður argast um, at vegurin í Vágsbotni, undir Miðlahúsinum, hevur verið stongdur fleiri ferðir – eitt nú síðsta leygardag, tá kvinnurenning var og laksatiltak undir Bryggjubakka – og nú aftur er stongdur til næsta mánadag, tí teir eru í ferð við at leggja flísar á vegin í sambandi við eina ferðsluforðing, sum skal minka um ferðina á bilum, sum koyra í Vágsbotni.

Høgni Lützen vísir í skrivinum á eina avtalu, sum tey gjørdu í nevndini fyri Vágsbotn, har Høgni Lützen umboðaði handilslívið.

– Eg ynski, at tit steðga arbeiðinum, ið nú fer fram í Vágsbotni, alt fyri eitt. Hetta tí at brot er á avtaluni, ið vit gjørdu í Vágsbotnnevndini. er farið fram. 

– Eg setti sum krav, at eingin ferðsla skuldi tarnast í Vágsvotni. Um so var, so skuldi arbeiðið gerast eftir klokkan 17 gerandisdagar, og koyrandi enn var, so kundi vit liva við tí. 

– Men her halda ongar avtalur, og nú havi eg júst sæð ein teldupost um, at tit ætla at sperra av fram til komandi viku, sigur hann,

– Hetta kunnu hvørki eg ella handlarnir í miðbýðnum góðkenna, sigur hann.

Í fráboðan frá Tórshavnar kommunu á heimasíðu býráðsins verður sagt soleiðis:

 

»Í sambandi við vegarbeiði í Vágsbotni, verður eingin gjøgnumkoyring fyri ferðslu frá Vaglinum og Tórsgøtu ígjøgnum Vágsbotn út til Skálatrøð fram til mánadagin 29. mai 2023.

Býráðið hevði áður boðað frá, at onnur koyribreytin fór at vera stongd í senn, so ferðslan, um enn tarnað, kundi koyra gjøgnum Vágsbotn, meðan arbeiðið for fram, men hetta vildi løgreglan ikki, og tí er vegurin stongdur fyri allari ferðslu, so leingi arbeiðið fer fram.«