Hugleiðing um búskaparstøðuna - fyri at kunna føra rættan politikk

Eg haldi, at tað er týdningarmikið at gera sær nakrar tankar um, hví støðan er, sum hon er í dag, áðrenn stórar avgerðir verða tiknar um, hvat skal gerast. Tað er ein sera víðagitin íløgumaður Ray Dalio, ið eg haldi setur væl orð á, hvat tað er, sum ger støðuna so torføra og hann kallar tað “the Perfect Storm”. Útfrá tí hann sigur, havi eg gjørt mínar egnu tankar og hettar er úrslitið av teimum:

 

 

 

1. Ringa búskaparliga støðan í heiminum

 

2. Innanhýsis stríðið

 

3. Uttanhýsis stríðið

 

 

 

Innanhýsis stríðið kemst av, at í hesum tíðarskeiðinum, frá tí at rentan byrjar at hækka og til vit síggja ávirkanina av henni, er tað ein ávísur bólkur av fólkum, ið koma at líða nógv. Hesi eru tey heilt lágløntu ella við øðrum orðum tey, ið akkurát fáa endar at hanga saman, og kanska slett ikki nú.

 

 

 

Í Føroyum síggja vit júst hetta, at tað eru tey, ið vinna minst, sum líða mest, samstundis sum útflutningsvinnan fer at hava eitt av bestu árinum nakrantíð grundað á høgu marknaðarprísirnar, sum hava verið. Hetta skapar eitt innanhýsis politiskt stríð millum høgra og vinstra, rík og fátøk, o.s.fr. Her er umráðandi at taka við, at í Føroyum hevur eitt einki við hitt at gera. Støðan, sum hon sær út í dag, er øll grundað av eksternalitetum (uttanhýsis viðurskiftum), ið vit sum so onga ávirkan hava á, t.v.s., at tey, ið eru “rík” her, eru ikki “rík”, tí at summi eru “fátøk”, sum tað kanska er í summum londum kring heimin.

 

 

 

Hendan inflatiónin er ikki sjálvskapt, men er ein eksternalitetur (rentuhækking, høgir marknaðurprísir á matvørum, o.s.fr.) Tí skulu vit ansa eftir at ikki føra óskynsaman fíggjarpolitikk, ið er í stríð við tað tjóðbankarnir royna at fremja, men heldur hyggja út í heim fyri at síggja, hvussu leikur spælir av fyri ikki at drena landskassan í einum stríði, vit ikki kunnu vinna. Her kann eisini nevnast, at vit ikki skulu gera sama feil sum USA at geva ov nógv til ov nógv, serliga tey, ið ikki hava bráðfeingis tørv á tí, gera vit hendan feilin, kann gerast møguligt, at inflatiónin festir seg og tá verður støðan nakað verri, enn hon er nú.

 

 

 

Hetta vil ikki siga, at vit einki skulu gera. Vit skulu fara og geva eina hjálpandi hond til tey, ið eru harðast rakt, so sum sperdar barnafamiljur, lesandi, og stakir uppihaldarar. Hetta vilja eg og Sambandsflokkurin arbeiða fyri við eitt nú at hækka barnafrádráttin, veita eina inflatiónstrygd til fíggjarliga sperdar familjur og hækka studningin munandi til lesandi – og ikki bara geva kjekkar í allar ættir.

 

 

 

At útflutningsvinnan setur met júst nú er bara heilt gott fyri Føroya fólk grundað á, at met stórur vinningur merkir eisini met høgan partafelagskatt, inntøkuskatt og kapitalvinningskatt í krónum at fíggja hesi átøkini, ið skulu til fyri at hjálpa tey harðast raktu.

 

 

 

Hendan greinin er stytt og umrøður bara innanhýsis stríðið – restin kann lesast á heimasíðu míni, www.rsm.fo

 

 

 

Rasmus S. Mørkøre

 

valevni fyri Sambandsflokkin til løgtingsvalið