Hvørji virði hava givið okkum hetta góða og trygga landið?Hvørji virði fylgdu teimum gomlu, ið bygdu hetta góða samfelag til okkum? Persónliga komi eg at hugsa um abba mín í Grótinum, sum eg ongantíð hoyrdi rópa hart eftir nøkrum, men við síni stillu medferð lærdi hann okkum eginleikar sum trúfesti, hjálpsemi, ídni, arbeiðssemi, virðing, lýdni, samstarv, loyalitetur o.s.fr. Slík virði eru sanniliga verd hjá okkum at verja og varðveita.
Sum eg minnist mangar politikarar, ið leiddu samfelag okkara, tá ið eg var ungur, so róptu teir heldur ikki so hart um tað etiska, men tú ivaðist tó ongantíð, hvar teir stóðu, og hvørja grund teir bygdu á. Persónliga dámar mær væl tann framferðarháttin, sum er meir myndaður av gerðum enn orðum.
Síðan tá er samfelagið nógv broytt – kanska so nógv, at tað í dag er neyðugt at siga meir enn fyrr – og eg virði tey, sum hava ta sannføringina. Persónliga dámar mær tó framvegis betri tann meir stillføra framferðarháttin á tí etiska økinum.
Eingin skal tó ivast í at eg, sum borgarligur politikari, byggi á tey kristnu virðini, og fái eg álit veljarans, er tað mítt mál, bæði at verja og umboða hesi á ein virðiligan hátt á løgtingi.
Við virðing fyri øðrvísihugsandi eri eg sannførdur um, at ein av fortreytunum fyri okkara góða samfelag eru hesi virði og karmar, ið vit hava arvað frá teimum, sum undan okkum hava bygt hetta samfelag, har eginleikar sum trúfesti, hjálpsemi, ídni, arbeiðssemi, virðing, lýdni, samstarv, loyalitetur o.s.fr. vóru høgt í metum.
Eg gangi fult inn fyri persónligum frælsi, men saman við okkara stóra og dýrabara frælsi, hongur eisini ein ábyrgd at umsita tað við skili. Eitt nú haldi eg ikki, at tað besta fyri uppvaksandi ættarliðið er, at vit skapa eitt samfelag, har ung verða lærd at “gera, sum teimum lystir”, tí “alt er loyvt”, og “if it feels good, do it”.
Sjálvandi skulu vit stuðla ungdóminum í at útbúgva seg og liva sínar dreymar, men latið okkum samstundis læra tey at kenna sínar røtur og uppruna, so tey fáa kunnleika um og virðing fyri teimum sunnu og tryggu virðum og mørkum, sum okkara samfelag byggir á, og sum flestu lógir lands okkara enn í dag byggja á.
Fái eg álit veljarans 8. desember, er tað mítt mál at umboða hesa lívsáskoðan á ein virðiligan og hóvsaman hátt.
Frimodt Rasmussen,
valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið