Hvussu leingi er Føroyar óspiltar afturat?

Málið um gongd í haga fyllir nógv hjá mongum, bæði teimum sum virka í høgunum og teimum ið ferðast í høgunum.

 

Nakrar forkølaðar royndir hava verði gjørdar fyri at finna eina semju um hettar álvarsmál, men enn er man ikki komin víðari, heldur er knúturin enn fastari millum ognarar/røktarar og tey ið vilja selja haga túrar og harvið lunnindi.

 

Vit mugu fyrst hyggja inn í sjálva kjarnuna, hvør er tað ið eigur brúksrættin til hagarnar?

 

Lógin og siðvenjan er púra greið, tað eru eigararnar og festararnar ið eiga hendan rætt og eru tað tí bert teir ið kunnu gera av um og nær nakar kann fara í hagan ella ikki. Høvuðsatlitið í hesum lógarverki er náttúruvernd. Um vit vilja verja náttúruna so má rættarstøðan hjá teimum sum varða av høgunum varðveitast og verjast. Tað átti at sagt seg sjálvt. At uttan hesar lokalu loysnir, so dettur skipanin jú sundur. Og tá verður tað bara ein spurningur um tíð, hvussu leingi Føroyar verða óspiltar afturat?

 

Aldrin er nakar Føroyingur noktaður í hagan og tað verður hann heldur ikki framyvir. Føroyingar hava altíð fyrr vitað, og kunnað spurt, hvørjar tíðir ið man ikki eigur at fara í hagan, tí hettar antin órógvar náttúruna ella beinleiðis er vandamikið.

 

Tað einasta sum krevst, er vit øll spyrja áðrenn vit fara. Tí náttúran spyr ikki hvørt tú ert ferðamaður ella føroyingur. Hon hevur brúk fyri vernd. Punktum. Fáa vit samstarv um slíka skipan so er nógv vunnið. Til gagns fyri allar partar. Tað kundi ikki verið meira einfalt.

 

Man hevur frá fyrsta degi av roynt at finna eina generella skipan, um eitt mál ið als ikki kann regulerast generelt.

 

Bóndafelagið og Óðalfelagið hava saman fyrireikað eina góða loysn, sum faktiskt longu hevur loyst málið. Men hettar góðtaka ávísir partar ikki. Hví so er veit eg ikki?

 

Talan er um eina APP har ið ein biður um loyvi/boðar frá at ein fer í hagan. Í hesi APP verður lagt inn nær farast kann í hagan, hvørji áhugaverd ferðamál eru á túrinum, vegleiðing, friðaði náttúruøki, vandar, reglur o.sfr. 

 

Hendan Appin kemur eisini at bøta munandi um trygdina og ikki minst óneyðugu leitingaruppgávurnar í samband við tilburðir, sum tíverri mangan hava havt so fatalar avleiðingar sum deyða við sær.

 

Visit Faroe Island hevur gjørt eitt megnar arbeiðið at marknaðarføra Føroyar og hevur tað virka til UG. Tað er bert sera harmiligt at tey hava selt Føroyar undir heilt forkertum fortreytum. Og at tað hevur skapt sundurlyndi í okkara fólki. Og ójavna millum øki í landinum.

 

Lat okkum nú loysa málið í felag, tí allir partar ynskja tað. Bæði óðalsmenn, bøndur, ferðavinna og vanligi Føroyingurin.

 

Loysnina hava tey sum varða av jørðini tøka, og hava tey víst allan góðan vilja til semju og samstarv. Einasta treytin er at teirra avgerðarrættur verður virdur.

 

Og tað skal eingin ivi verða um, at júst eg fari til val, uppá júst hetta: at verja avgerðarrættin.

 

Tað einasta sum krevst, er ein virðing fyri lokalari vitan og lokalum avgerðarrætti. Hesi eru høvuðsamboðini til lokala náttúruvernd. Hetta serliga skilhaldið kann jú ikki tryggjast av eini ”náttúrufyrisiting” í Havn. Hetta má sjálvandi stýrast lokalt. Tí eingin dugur betri at skipa hesi viðurskifti, enn tey fólkini úti um landið, sum í fleiri ættarlið hava uppbygt lokala vitan um náttúruna, og sum tí eisini kenna lokala ábyrgd fyri henni.

 

Vilja vit varðveita okkara vøkru óspiltu náttúru, so mugu vit verja avgerðarrættin hjá teimum sum varða av jørðini.

 

 

 

Jóhan Eli Poulsen

 

Valevni fyri Fólkaflokkin