Íbúðaveiting

Íbúðarveiting, sum ein kann fáa í londunum kring okkum, er felagsheiti fyri íbúðarstuðul, íbúðartrygd ella sum lán til innskot í eina íbúð.

 

Í teimum londum, har hetta er galdandi, hevur ein sum leigari rætt til eina av hesum trimum veitingunum - eftir ávísum treytum. Tey, ið kunnu søkja hesa veitingina, kunnu vera eftirlønt, lesandi, stakir uppihaldarar og fyritíðarpensjónistar. Inntøka og leiguprísir gera av, um ein hevur rætt til hesa veitingina

 

Og hví hetta uppskotið? Jú, hóast ein av teimum omanfyri nevndu kann tykjast at hava eina rímiliga góða fasta inntøku, liggur í mongum førum millum lítið og einki eftir til gerandisúteiðslur, tí húsaleigan saman við el og hita eru farin við so nógvum, tá ið skatturin er goldin. Húsaleigan í høvuðsstaðnum og á størru plássunum er so ónærisliga høg, tí her er eftirspurningurin stórur, og einki eftirlit er við leiguprísunum.

 

Kappingin um tær lutfalsliga fáu íbúðirnar, sum fáast til langtíðarleigu, er hørð. Tær eru lutfalsliga fáar, tí mong leiga til airb&b, sum er ein sera lønandi inntøkukelda. Og eingin kann siga nakran ringan fyri tað.

 

Men onkur má hjálpa teimum, ið liva nær við ella undir fátækramarkinum í heimsins ríkasta landi, og tað fer Sjálvstýri at stríðast fyri komandi tingsetuna.

 

Setið x’in við Sjálvstýri ell eitt av valevnum floksins.

Rógvi Fossádal

GG.: seniorhaandbogen.dk/okonomi/bolig/ (leinki við upplýsingum um íbúðaveiting í DK)

 

Hetta ger seg serliga galdandi eftir inntøku og leiguprísi.

 

s ́viðfesta leinki: seniorhaandbogen.dk/okonomi/bolig/