ÍLØGURNAR MUGU SAMSKIPAST BETUR

Inntøkurnar, sum landskassin fær, eru pengar, sum borgararnir lata okkum upp í hendi at umsita. Fyri meg er tað sjálvsagt, at vit eiga at ansa líka væl eftir pengunum hjá borgarunum, sum vit ansa eftir okkara egnu pengum.

 

Skattaborgarans peningur:

 

Vit mugu ansa væl eftir skattaborgarans peningi, so teir vera brúktir so effektivt sum gjørligt til almennar tænastur, men eisini fyri at hava best møguligan javnvág millum inntøkur og útreiðslur.

 

Hetta seinna er umráðandi fyri at kunna stýra búskapinum, so landið er ført fyri at gera íløgur, tá ið privata og vinnan er fyri niðurgongd.

 

Í løtuni hava vit ikki veruliga stýring á ’almennu’ síðuni av føroyska búskapinum, tí íløguparturin hjá kommunum og inter-kommunalum felagsskapum er sera stórur.

 

Tað nyttar lítið, at løgting og landsstýrið umsita sín pening við skili, tá ið hin helvtin av ’al- menna’ búskapinum ikki spælir við - og tað eigur hann.

 

Eftir mínari hugsan er tað tískil neyðugt at samskipa íløgurnar hjá landskassanum, kommun- unum og inter-kommunalu felagsskapunum.

 

Hetta er ein fortreyt fyri at javna sveiggini í búskapinum best møguligt.

 

Hetta smakkar óivað onkrum illa, men hetta er alneyðugt og verður gjørt í londunum rundan um okkum.

 

Partarnir mugu avtala ein íløgukarm – t.v.s., hvussu stórar samlaðu íløgurnar hjá teimum skulu vera komandi árini.

 

Við mínum royndum frá kommunalpolitikki veit eg, at hendan loysnin bert letur seg gera, um kommunurnar samstundis fáa heimild at leggja pening til síðis. Tað broytir teirra samráðingarstøðu.

 

Tá ið privata virksemið veksur, skal samlaði íløgukarmurin hjá hesum trimum pørtunum minkast, og tá privata virksemið fer niður, skal samlaði íløgukarmurin vaksa.

 

Allir partar – tað almenna, kommunurnar og inter-kommunalu felagsskapirnir – vilja gera íløgur fyri at menna tað økið ella tað virksemið, tey varða av.

 

Um partarnir hvør sær gera flestar íløgur, tá uppgangstíðir eru, so verða tað somu borgarar og brúkarar, ið svíða, tá ið tað sansar at búskaparliga og íløgurnar minka. Tí kann eingin hava nakran áhuga í.

 

Vit hava royndirnar - vit verja skattaborgarans pening

 

Kim Durhuus – valevni Javnaðarfloksins