Í annaðkvøld kann Gunnar gerast íslendskur meistari

Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík staðfesta meistaraheitið í bestu íslendsku fótbóltsdeildini

Farna leygardag vunnu Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík steypafinaluna við 3-1 sigri á KA, ið hevði Jóan Símun Edmundsson á liðnum. 

 

Í annaðkvøld kann Gunnar fáa heiðurin saman við liðfeløgunum at vera staðfestur íslandsmeistari 2023.

 

Klokkan 20.15 í annaðkvøld tekur Víkingur Reykjavík móti KR. Vinnur Víkingur tann dystin staðfesta teir meistaraheitið. Hetta hóast tað tá eru fýra dystir eftir at leika í tí ovara endaspælinum.

 

Víkingur hevur 59 stig og Valur sum er nummar tvey hevur 48 stig. Valur hevur fýra dystir eftir at leika og kann í mesta lagi fáa 60 stig. 

 

Víkingur hevur sostatt fimm "match-bóltar". Teir skulu bara vinna ein av teimum fimm dystunum, ið teir hava eftir at leika í ovara endaspælinum so er gullið í hús.

 

Víkingur er greiður favorittur hjá veddingarfyritøkunum at vinna dystin á KR í annaðkvøld. 

 

Støðan ovara endaspælið:

 

Nr.LiðLUJTMörkStig
1Víkingur Reykjavík22192165:2059
2Valur23153555:2548
3Breiðablik23115744:3838
4FH23114843:4437
5Stjarnan23104945:2734
6KR2295829:3632