Í framtíðin verður eingin bíðitíð at sleppa til skanningar

– Tá ið virksemið við tveimum MR-skannarum í Sjúkrahúsverkinum er komið í fasta legu er kapasiteturin so mikið stórur, at tað frameftir verður so at siga ongin bíðitíð at sleppa framat

Tað sigur Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum, millum annað í svari til Eirik í Jákupsstovu, løgtingsmann fyri Tjóðveldi, sum setti henn fýra fyrispurningar um effektiva nýtslu av MR-skannaranum á Klaksvíkar sjúkrahúsi.

Ítøkiliga spurdi løgtingsmaðurin soleiðis:

1. Hvørjar eru royndirnar hjá sjúkrahúsverkinum at skipa og nýta MR-skannararnar, nú verkið hevur ræði á tveimum slíkum skannarum, herundir eisini við atliti til at gera skanningar í Føroyum, sum ikki hava verið gjørdar her áður?

2. Hvussu er ætlaða býtið millum nýtslu av teimum báðum MR-skannarunum hjá sjúkrahúsverkinum?

3. Eru nøkur sløg av skanningum, sum betur kunnu gerast í eldra MR-skannaranum hjá sjúkrahúsverkinum enn í nýggjara skannaranum?

4. Er tað fíggjarliga og heilsuliga skynsamt, um mann framhaldandi brúkar eldra skannaran út á kvøldarnar, tá samlaði skannimøguleikin í øllum førum er tvífaldaður?

– Starvsfólk á Klaksvíkar sjúkrahúsi og Landssjúkrahúsinum eru í MR-toyminum, sum stendur fyri at gera allar MR-skanningar í Sjúkrahúsverkinum. Áðrenn 3T MR-skannarin varð tikin í nýtslu á Klaksvíkar sjúkrahúsi í mai 2024, varð farið undir eina tilgongd at førleikamenna starvsfólkini í MR-toyminum til at brúka nýggja skannaran. Arbeiðið at skipa og íverkseta MR skannararnar í Sjúkrahúsverkinum hevur gingið eftir ætlan, bæði viðvíkjandi upplæring av starvsfólkum og verkseting av kanningum, sigur Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna.

Hon vísir á, at í desember í fjør varð farið undir at skanna fyri prostata á Klaksvíkar sjúkrahúsi. MR skanningar av prostata hava ikki verið gjørdar í Føroyum áður. Arbeiðið við at íverkseta MR skanningar av prostata, hevur millum annað fevnt um broyting av avtalum millum Sjúkrahúsverkið og Aalborg Universitetshospital; umfatandi samskipanararbeiði hjá teimum, ið varða av urologiini í Sjúkrahúsverkinum; uppvenjing uttanlands av røntgenlæknum og radiografum; umframt at tillaga arbeiðsuppgávur hjá øðrum eindum í Sjúkrahúsverkinum. 

Í svari til annan spurning sigur landsstýriskvinna, at tað ikki er lagt nakað fast ítøkiligt býti millum MR-skannararnar á Landssjúkrahúsinum og Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

– Ávísingar verða visiteraðar av røntgenlækna. Í fyrstu syftu verður hetta gjørt eftir eini kliniskari læknafakligari avgerð, og síðan eftir, hvar sjúklingurin hevur bústað, so hann so vítt møguligt fær stytsta veg til MR-skanningina, sigur hon.

Til triða spurningin sigur landsstýriskvinnan, at flestu skanningar kunnu gerast í báðum skannarunum, meðan onkrir sjúklingar bert kunnu skannast í øðrum MR-skannaranum, og aðrir bert í hinum MR-skannaranum.

– Hetta er bæði tengt at kanningarslagnum og at MR-trygd, og í hvørjum einstøkum føri er tað ein læknafaklig meting hjá røntgenlæknanum. Sum dømi kann nevnast, at skanning av prostata við kontrast bert verður framd í MR-skannaranum í Klaksvík, meðan sjúklingar, sum hava metal í kroppinum (t.d. stentar og protesur) verða skannaðir í MR-skannaranum á Landssjúkrahúsinum, sigur landsstýriskvinnan.

 

Til fjórða spurningin sigur hon, at víkjandi skanning um kvøldarnar hevur tað verið ein politisk raðfesting, at Røntgendeildin á Landssjúkrahúsinum ger MR-skanningar eftir vanliga arbeiðstíð, fyri at stytta um bíðitíðina til MR-skanningar.

– Tá ið virksemið við tveimum MR-skannarum í Sjúkrahúsverkinum er komið í fasta legu er kapasiteturin so mikið stórur, at tað frameftir verður so at siga ongin bíðitíð at sleppa framat.

– Tá verður heldur ikki neyðugt og skynsamt at gera MR-skanningar eftir vanliga arbeiðstíð, og tí kemur tað ikki at halda áfram, sigur Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum í svarnum til grein 52a fyrispurningin frá Eiriki í Jákupsstovu.