Í kvøld verður sangløta í Ebenezer

Millum heilt væl vitjaðu tiltøkini á mentanarnáttini plagar at vera sangløtan í Ebenezeer

Mentanarnáttin í høvuðsstaðnum verður í kvøld. Soleiðis hevur tað verið nú í nógv ár, og eins og undanfarnu árini so verður bjóðað til sangløtu í Ebenezer klokkan 21.

 

Sangkórið í Ebenezer fer at syngja saman við fleiri solistum og tónleikarum, og tað verður felagssangur og ein stuttur boðskapur.

 

Eftir sangløtuna, sum verður í ein tíma ella so, verður bjóðað til ein drekkamunn við onkrum søtum afturvið.