Í okkara skúla skulu vit...

– Læra børnini at hugsa, men ikki, hvat tey skulu hugsa

 

– Býta næmingar upp eftir áhugamálum, førleika og menningarstøði – heldur enn árgangi

 

– Fara burtur frá próvtøkum, sum skapa eitt niðurbrótandi og óneyðugt kappingarelement

 

– Lata skúlan upp fyri samfelagnum og øvugt (geva næmingum praktiskar og lívstreytaðar lærdómar)

 

– Geva lærarum og eldsálum bestu møguleikar at trívast við ábyrgd og førleikum, sum veruliga hóska til starvsinnihald teirra

 

Í stuttum: Vit skulu hava dirvi til at verða fyrst, best og fremst – eisini í altjóða høpi!

 

 

 

Við Sjálvstýriskvøðum

 

Seti kross við Suna á Dalbø til valið hin 8. desembur 2022

 

Valevni fyri Sjálvstýrisflokkin

 

 

 

Fyri meira kunning sí heimasíðu Sjálvstýrisfloksins á leinkjuni niðanfyri:

 

https://sjalvstyri.fo/index.php/2022/12/02/i-okkara-skula-skulu-vit/