Fyrrverandi venjarin hjá HB og B36, rumenski Ion Geolgău, fyllur um vikuskiftið 60 ár. Á dópsbræv stendur, at hann er føddur 20. apríl 1961, men hann sigur í samrøðu við wesport.ro, at tað er ikki heilt rætt, men at hann er føddur dagin fyri, 19. feburar 1961.
Ion Geolgău er fyrrverandi landsliðspælari hjá Rumenia, og er eisini høgt í metum millum tey fótbóltsáhugaðu í Rumenia. Her í Føroyum er hann best kendur fyri tíðarskeiðið í HB.
Hann kom til Føroya í 1998 og kollvelti HB frá fyrsta degi. Hann fekk liðið í óvanliga góðan form og var avbera dugnaligur, at fáa sett liðið upp í eina 4-4-2 spælskipan, sum ongin kláraði at steðga. HB vann FM í stórum stíli.
Hann verður av mongum, sum vóru um HB hetta tíðarskeiðið, mettur sum ein lyklapersónur í at menna felagið. HB var tvey og fýra stig frá fyrsta plássinum árini eftir, men í 2001 gongur alt galið. Hann klárar akkurát undan niðurflytingini. Mitt í kappingarárinum 2002 fóru partarnir hvør til sítt. HB vann seinni sama kappingarár meistaraheitið.
Ion Geolgău var í 2003 venjari hjá B36 og fór síðani til Íslands. Hann er ein av fleiri útlendskum venjarum, sum í 90unum fluttu føroyskan fótbólt. Ion Geolgău hevur síðani verið í Føroyum og vitjað so seint sum i 2019.