Íslendingar rukku ikki EM-endaspælinum

Albert Guðmundsson legði Ísland á odda í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki vendu ukrainar dystinum

Ukraina og Ísland spældu í kvøld Nations League Play Off finalu í Tarczynski Arena leikvøllinum í Wroclaw í Pólandi.

 

Albert Guðmundsson legði Ísland á odda við einum dreymahøggi tá ein hálvur tími var leiktur av dystinum, og vóru íslendingar á odda 1-0 í steðginum.

 

Men í seinna hálvleiki vendu ukrainar dystinum. Í 54. minutti javnaði Viktor Tsygankov til 1-1, og tá seks minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini skoraði Mykhailo Mudryk sigursmálið hjá Ukraina.

 

Danmark verður sostatt einasta norðurlandið, ið fer at kappast í EM-endaspælinum í Týsklandi í summar. 

 

Hetta er fjórðu ferð á rað, at Ukraina skal kappast í EM-endaspælinum. 

 

Ukraina er í innleiðandi bólki E saman við Belgia, Slovakia og Rumenia.