Komandi fríggjakvøld klokkan 18 á Tórsvølli fer føroyska kvinnulandsliðið at spæla fyrsta Nations League dystin í søguni.
Mótstøðuliðið verður Montenegro.
HER ber til at keypa atgongumerkið til dystin.
Tað verður ein íslendskur dómari til hendan fyrsta Nations League dystin hjá føroyska kvinnulandsliðnum.
31 ára gamla Bríet Bragadóttir, ið fer at døma dystin hevur áður dømt ein dyst hjá føroyska kvinnulandsliðnum.
Bríet Bragadóttir dømdi 22. oktober í 2020 EM-undankappingardystin millum Wales og Føroyar í Newport í Wales. Wales vann dystin 4-0.
Tá Føroyar taptu 0-8 fyri Íslandi í einum HM-undankappingardysti á Laugardalsvøllinum 18. september í 2017 var Bríet Bragadóttir fjórði dómari.
Eingir VAR-dómarar vera til dystin á Tórsvølli.
FØROYAR - MONTENEGRO | Deild C, Bólkur 3
Dómari: Bríet Bragadóttir ISL
Hjálpardómari 1: Rúna Kristín Stefánsdóttir ISL
Hjálpardómari 2: Bergrós Unudóttir ISL
Fjórði dómari: Soffía Ummarin Kristinsdóttir ISL
UEFA dómaraeygleiðari: Pernilla Larsson SWE
UEFA umboð: Svitlana Shkilʹ UKR