Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, sigur, at Ísrael er fyrireikað upp á beinleiðis álop úr Iran.
Í dag hevur Ísrael sett í verk eina røð av trygdartiltøkum, tí landið roknar við iranskum álopum.
Iran hevur sagt seg vilja hevna álopið herfyri á iransku sendistovuna í Damaskus í Sýria.
Sendistovan varð løgd í oyði, og sjey limir í iransku kollveltingarhirðuni lótu lív.
Iran sigur, at Ísrael hevði ábygdina av álopinum, sum varð framt við rakettum.
Ísrael hevur fyrireikað seg upp á beinleiðis iransk álop, og eitt nú er øll skúlagongd í Ísrael avlýst í fyribils tveir dagar.
Sama er við barna-og ungdómsaktivitetum í landinum, umframt at avmarkingar eru settar fólki í Ísrael at savnast í stórum tali.
Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í kvøld.
Lesið eisini https://www.in.fo/news-detail/usa-hevur-skyldu-til-at-verja-israel