Jimmy Carter: Seinasta myndin

- Pápi mín var ein hetja - ikki bara fyri meg, men fyri øll, sum trúgva upp á frið, mannarættindi og ósjálvsøknan kærleika, sigur sonurin, Chip Carter

Fyrrverandi amerikanski forsetin, 100 ára gamli, Jimmy Carter, doyði í kvøld stillisliga í heiminum hjá sær í Plains í Georgia við familjuni rundan um seg. 

 

Útlendskir miðlar vita í kvøld at siga, at myndin omanfyri er ein hin seinasta, sum alment hevur verið frammi av Jimmy Carter. 

 

Myndin er tikin undir jarðarferðini hjá konu hansara, Rosalynn Carter, í november í 2023 - ella fyri stívliga einum ári síðan.

 

Eftir fyrrverandi forsetan sita fýra børn, Jack, Chip, Jeff og Amy, umframt 11 abbabørn og 14 langabbabørn, veit The Carter Center at siga.

 

Seinastu árini hevur Jimmy Carter drigist við krabbamein, eitt nú í livrini og heilanum, og hann hevur í fleiri ár livað við krabbameini.

 

Síðan februar 2023 hevur hann bert fingið linnandi viðgerðir, men eftir fleiri innleggingar á sjúkrahúsi, avgjørdi hann, at nú skuldi hann ikki hava fleiri viðgerðir.

 

Í mai 2024 segði eitt av hansara abbabørnum, Jason Carter, at lívið hjá abbanum nú gekk móti endanum.

 

Jimmy Carter varð føddur í Plains í Georgia hin 1. oktober í 1924.

 

Hann sat sum forseti í USA fyri demokratarnar  árini 1977 til 1981, tá republikanarin, Ronald Reagan, gjørdist amerikanskur forseti.

 

Seinnu árini luttók Jimmy Carter eitt nú í óhefta heimsfelagsskapinum, The Elders.

 

- Pápi mín var ein hetja - ikki bara fyri meg, men fyri øll, sum trúgva upp á frið, mannarættindi og ósjálvsøknan kærleika, sigur sonurin, Chip Carter.