Jóan Símun og liðfelagarnir eru 14 stig frá oddinum

Tað gongur ikki væl hjá Shkupi í bestu norðurmakedonsku fótbóltsdeildini

Jóan Símun Edmundsson og liðfelagarnir í Shkupi eru í tungum sjógvi í bestu norðurmakedonsku fótbóltsdeildini.

 

Í dag tapti Shkupi fjórða dystin á rað. Shkupi hevur 16 stig á sætta plássinum, og teir hava heili 14 stig upp til fremstu liðini, Gostivar og Sileks sum hava 30 stig hvør. Shkupi hevur eisini 14 stig upp til triðja plássið, ið gevur rætt til evropeiskan fótbólt komandi summar. Har hevur Rabotnicki 28 stig.

 

Shkupi er eisini sent úr steypakappingini, so tað sær svart út í løtuni hjá Shkupi at røkka einari endastøðu, ið gevur rætt til evropeiskan fótbólt komandi summar.

 

15 umfør eru leikt, og 18 umfør eru eftir at leika í bestu norðurmakedonsku deildini. 

 

Í dag tapti Shkupi 0-2 fyri Sileks á heimavølli. Sileks skoraði bæði málini undan steðginum. 

 

Mikudagin klokkan 12 spælir Shkupi móti Shkendija. 

 

Seinasta umfarið undan vetrarsteðginum verður leikt 8. desember. Kappingin verður tikin uppaftur 16. februar.