Jørð

Sjálvstýrisflokkurin er ein sosial-liberalur flokkur, sum vil, at Føroyar gerast sjálvbjargnar, so at vit øll kunnu liva væl í fosturlandinum.

 

Tí er flokkurin liberalur. Hann vil tí hava, at framleiðslan er so stór, at øll kunnu fáa nóg mikið.

 

Fyri at fáa nóg stóra framleiðslu, er neyðugt, at tað almenna ikki leggur seg upp í raksturin av vinnulívsfyritøkum. Tað almenna ger gagn við at útvega fyritøkunum tryggleika fyri útlendingum, sum kunnu gera okkum skaða – verður málsøkið ikki umskipað. Annars skal vinnulívið sjálvt taka avgerðir. Á tann hátt sleppa tey dugnaligu fólkini framat og fáa framleiðsluna at vaksa.

 

Tað, sum krevst fyri at framleiða, er tí privat ogn. Hetta er í fyrstu syftu galdandi fyri jørð. Einhvør fyritøka skal hava jørð at standa á. Vit hava øll áhuga í, at tann fyritøkan, sum hevur fingið sín part av jørðini, klárar seg so væl í kappingini, at framleiðslan stendur við og veksur. Hinvegin hava vit øll áhuga í, at tann fyritøka, sum ikki verður rikin nóg væl, missir ta jørð, sum hon hevur á hondum. So kann onkur, sum betri dugir, royna seg við hesum tilfeingi.

 

Tey, sum fyrst settust niður her, veltu sær bø. Til bøin hoyrdi hagi og lunnindi so langt sum til bar at seta mark.

 

Nú eru nýggjar tíðir komnar, og nú hava vit fingið 200 míla mark. Tí ber til við tí tøkni, sum vit hava í dag, at leggja tey lunnindi, sum eru í sjónum, afturat teimum á landi.

 

Soleiðis hevur altíð verið. Tann, sum eigur tey lunnindi, sum ein fiskikvota er, hevur ta skyldu mótvegis samfelagnum at framleiða so nógv virði, sum hann yvirhøvur kann. Megnar hann ikki at reka fyritøkuna nóg væl, kann hann selja til onkran annan, sum heldur seg duga betri.

 

Sama er galdandi fyri bø og traðir. Tann, sum eigur slíka jørð, kann nýta hana til okkurt, sum er gagnligt fyri samfelagið. Legst hann fyri, kann hann selja.

 

Vit hava ikki hildið okkum til hesa grundreglu. Við heimildarleysari uppílegging frá danska státinum hava myndugleikarnir lagt uppí ta fríu kappingina og forðað okkum at nýta teir møguleikar, sum land og sjógvur lata upp fyri.

 

Føroyar hava havt tunga búskaparliga mótbrekku av tí, at tey, sum her hava stýrt, ikki hava dugað nóg væl at givið teimum dugnaligastu luft undir veingirnar. At kreppur raka í vinnulívinum er einki nýtt. Kríggj kunnu bresta á, fiskur og grind kann hvørva í fleiri ár, fellisvetrar var deyðseyður um alla leið. Sóttir kundu drepa 2/3 av fólkunum. Men vit reistu okkum aftur; okkara samhaldsfesti fyri at takka. Uttan mun til, hvussu illa stóð til, kravdi danski státurin skatt av okkara jørð, og hernaðarskyldu av okkara unglingum.

 

Kann liberalistiska loysnin bøta um okkara framtíðarvánir? Hvat kundi tað hjálpt okkum, at allar fiskikvotur gerast lunnindi til okkara bø?

 

Í fyrstu syftu fer tað at gera, at tey, sum hava fiskikvoturnar, gerast ríkari. Hetta ríkidømi kunnu tey velja at oyðsla burtur. Nakrir av kvotueigarunum búgva uttanlands og flyta ognina av landinum og lata teir veruligu eigararnar, teir sum eiga bøin, sita við sviðusoð. Men hetta er vandamikið fyri kvotueigararnar, tí hetta kann lokka fíggindar at taka landið og leggja tað undir seg. Tey ríku missa tá alt, sum tey við sínum dugnaskapi hava bygt upp.

 

Hetta vilja tey ikki, og tí síggja vit í øllum londum, at tey ríku skipa so fyri, at skattur verður goldin til hermegina. Tað land, sum hevur størstu bruttotjóðarúrtøkuna, er USA, har 4% av BTÚ fer til hermegina, sum tilsamans kostar meir enn hermegin hjá teimum níggju næstu londunum næst í røðini samalagt. Natolondini hava bundið seg til at lata tvey prosent av BTÚ, men Danmark sníkir seg undan við bert at gjalda eitt prosent. Skuldu vit goldið eins nógv, sum Danmark, fekk okkara hermegi 200 milliónir, og skuldu vit metast javnt við USA, var talan um 800 milliónir.

 

Men er tað ikki vónleyst at ímynda sær, at tað ger nakran mun fyri trygd okkara at hava eina so veika hermegi? Hetta halda eingi lond. Sjálvt pávin hevur hermenn, og tá ein brotsmaður legði á pávan, bjargaði hann honum. Kríggj eru vandamikil, og hermenn vilja altíð vera væl fyri, tá teir leggja á. Tá læknastriðið var í Klaksvík, var einasti mannskaði tann, at herovastin hjá álopsherinum hongdi seg. Ein fyrimunur, hóast hermegin er lítil, er, at hon kann geva eina munandi trygd av tí, at áleyparin noyðist til at gera seg so væl út, at tað illa gerst í loyndum. Tá ber tað til hjá okkum at gera vart við vandan og fáa hjálp.

 

Undir hesi skipan er eingin munur á ymsum sløgum av jørð. Traðir, grundstykki, bøur kunnu keypast av teimum, sum halda seg kunna nýta hana skilvíst og hava ráð at gjalda tað, eigarin vil hava.

 

Men er tað ikki ræðuligt, at tey, sum hava pengar, taka jørðina frá teimum, sum við almennari hjálp hava havt ræðið á henni?

 

Hertil er at siga, at fyri tað, at vit hava arvað eina tápuliga skipan, er tað skeivt at halda fram við at bera seg býttisliga at. Eitt dømi um hetta, er tað, sum er hent í Tórshavn.

 

Har keypti kommunan í sínari tíð amtmansgarðin. Tað einasta rætta hevði sjálvandi verið, at hvørt havnarhúski fekk sín javnstóra part av hesi ogn. So kundu tey nýta hana, sum tey vildu og lata hana til býtis millum børnini. Men hetta unti teir høgu ikki havnarfólki. Teir valdu nøkur burturúr at fáa leigutraðir. So við og við eru flestu av hesum seldar, og tær verða nú nýttar til mangt gott. Nú er so upp á tal at fáa fleiri leigutraðir, har gongdin helst fer at vera tann sama.

 

Hví tað almenna ikki býtir tað, sum eftir er av hesi kommunalu ogn millum húskini í Havn, er ein gáta. Ræður tað um at sleppa av við jørðina til hægstbjóðandi, so man hvør havnarmaður duga tað eins væl og kommunan.

 

Sama er skilið um alt landið. Tann almenna stýringin av tí tilfeingi, sum jørðin er, leggur sína køvandi hond yvir framtaksemið. Her er tørvur á sosial-liberalum politikki.

 

 

 

 

 

Við sjálvstýriskvøðum

 

Zakarias Wang, valevni Sjálvstýrisfloksins