Í dag fyllir Jóhan Christiansen í Havn 80 ár.
Jóhan er sonur kenda havnarmannin, Eli, sum eisini starvaðist sum kajfúti, og Honnu, sum var ættað úr Klaksvík. Jóhan er elstur av teimum sjey børnunum hjá Eli og Honnu, og vaks hann upp í einum góðum heimi á Dalavegnum.
Í teimum trongu og hørðu tíðunum í 1950-unum fór Jóhan longu blaðungur í vinnu. Sum elstur av sjey systkjum lærdi hann longu tíðliga í lívinum at taka ábyrgd. Fyrst var hann ørindadrongur hjá P/F Poul Hansen, og longu 15 ára gamal í 1958 fór hann til skips við "Bresti". Í 1961 skifti Jóhan hýru og fór við "Hoyvíkingi". Í 1964 fór Jóhan uppá stýrimansskúla, og eftir lokið prógv í 1966 fór hann aftur við "Hoyvíkingi", til hann í 1969 fór at ganga til skipsførara. Sama árið giftist hann við Hjørdis, ið er ættað úr Fuglafirði.
1970 kom at verða eitt spennandi og umskiftiligt ár fyri Jóhan og konuna Hjørdis. Hetta árið fluttu tey inn í snotuligu húsini á Miðrás 4 við Frælsið í Havn, fyrstføddi sonurin, Eli, varð føddur, og Jóhan fekk skipsføraraprógv. Stutt eftir at alt hetta var farið aftur um, bleiv Jóhan uppringdur av sváginum og vinmanninum, Árna Simonsen, sum bað hann koma við sær sum stýrimaður við á "Fuglfirðingi". Her vóru teir í mongum vasi í Norðsjónum. Ofta vóru teir inni í Lerwick, og har plagdu teir at keypa okkurt gott til tey har heima.
Árni tók mangan til orðini: "Eg kenni ongan mann, sum kom so skjótt eftir trolinum sum Johan, tað var heilt fantastiskt!". Hetta sigur ikki so lítið um góðu arbeiðsevnini hjá Jóhan.
Tá Árni fór til Grønlands í 1975 at føra trolarar hjá KGH varð Jóhan biðin at føra "Fuglfirðing", og gjørdi hann hetta fram til 1983.
Tá føldi Jóhan, at tíðin var búgvin at royna okkurt nýtt. Í januar 1984 bleiv Johan settur í starv sum kajfúti hjá Tórshavnar Havn, har hann starvaðist í 30 ár, og gekk hann soleiðis somu leið sum pápin, Eli. Tá Jóhan legði frá sær aftaná 30 ára trúgva tænastu í 2014 heiðraði Heðin Mortensen, borgarstjóri hann við at handa honum gávu og býarmerkið.
Tá Jóhan fylti 70 ár skrivaði javnaldrin, Óla Jacobsen m.a. hesi megnarorð: - Um Jóhan kann sigast, at hann er ein álitismaður í odd og egg. Hetta sæst á teimum álitisstørvum hann hevur havt í fakfelagsrørsluni. Eisini var hann í fleiri ár formaður í felagnum Ídnaðarskip.
Men hetta sæst eisini av tí áliti, sum hann skapar sær í sínum arbeiði. Tí verður hann eisini javnan biðin um at loðsa skip, sum koma til Havnar. Í hesum starvi er hann komin sera víða. Hann er farin við teimum stóru stuttleikaferðamannaskipunum heilt til Grønlands. Her kemur eisini til góðar, at Jóhan er so vinsælur, og tí kennir hann ógvuliga nógv fólk, eisini umborð á skipunum, hann loðsar. Eitt dømi um mann, hann hevur kent í mong ár er etiopiari, sum býr í Murmansk, og sum siglir við russiskum skipum á hesum leiðum.
Eitt ítriv hjá Jóhan er myndatøka, og hetta er eisini við til at skapa vinir. Ikki minst virði hava tær myndir, hann hevur tikið í sínum skipslívi.
Jóhan hevur verið giftur við Hjørdis, sum hevur verið sjúkrasystir alt sítt lív. Tey bygdu út á Frælsinum. Teirra hús er ein fyrimynd, so væl alt er røkt. Men tað, sum kanska telur enn meira, er, at har er altíð “opið hús”, og øll kenna seg væl at koma inn á gólvið, so blíð sum tey bæði eru. Skrivaði Óli Jacobsen tá Jóhan fylti 70 ár.
Jóhan og Hjørdis eiga børnini, Eli, Elsa Mariu og Jóhan Martin, umframt ommu- og abbasynirnar, Christian, Jóhan Hjørtur og Benjamin.
Á hesum filminum svágurin, Árni S. Simonsen (1936-1999) filmaði fyri júst 50 árum síðani umborð á "Fuglfirðingi" í 1973 sæst góða og nærlagda arbeiðslagið hjá Jóhan:
Hjartaliga tillukku við teimum 80 árunum.
##med2##