Johan Vang svágur

Føddur 13. mai 1945 Deyður 22. juni 2022

Tað var mikumorgunin 22. juni. Vit høvdu avrátt, at eftir arbeiðstíð skuldu vit hyggja inn á gólvið í Tjarnardeild. Á veg suður á Glasir at próvdøma var Sanna í telefonini við boðunum, at Johan svágur var farin hesa náttina.

 

Síðstu árini var hann raktur av herviligari sjúku, men kortini komu deyðsboðini so óvæntað. Til tað síðsta var hann heima, har Hanna við kærleika, trúfesti og uppofrilsi var um hann, og har góða og tætta familjulívið sást í, hvussu børnini stulaðu mammuni í at vera um pápan. Tey vóru á Landssjúkrahúsinum hetta kvøldið, og stutt fyri midnátt ringdu tey til elsta sonin Niels, sum saman við konuni Miriam býr í Eysturgrønlandi, har tey av álvara gera mun. Hóast hann ikki segði so nógv, var Johan við í prátinum, og eftir at tey høvdu biðið góða nátt og familjan fór til hús, løgdust teir báðir Johan og yngri sonurin Júst í hvør sína song.

 

               Og so var tað, sum tað stendur so vakurt um Enok. Hann livdi við Gudi og var ikki meir, tí Gud tók hann. Ein tíma eftir, at teir vóru lagstir, varð Júst vaktur við boðunum um, at pápin var fluttur í ævigu bústaðirnar.

 

               Vit áttu tveir svágrar í Havn. Heri hjá Almu fór í 2015, og nú fór Johan hjá Hannu.

 

               Johan plagdi at siga, at hann var gitin ella undfanget, sum hann tók til, í Klaksvík, har Diddan og Niels Vang búðu, tí Niels arbeiddi hjá Kjølbro, inntil tey fluttu suður til Havnar, og í nógv ár vóru handilsfólk á Ingutrøð. Beiggin Óli var sjey ár eldri enn Johan.

 

Johan tók væl stuðlaður av konuni handilin eftir foreldrini. Tá ið handilslívið í høvuðsstaðnum broyttist nógv í sjeytiárunum, góvust tey við matvøruhandlinum og fóru at handla við barnaútgerð, og so varð tað DADDAN, ið mundi vera størsti barnahandilin í landinum. Hanna við sínum góða stíli gjørdi av, hvat skuldi keyast, og Johan tók sær av tí fíggjarliga, og kundarnir stúgvaðust í handlinum á Ingutrøð, eitt skifti í SMS og so í mong ár á Hálsi, har tey saman við trúgvu starvsfólkunum veittu tænastu í flokki fyri seg.

 

Okkara útisetaár vóru tað serligir dagar, tá ið tey tvær ferðir árliga vóru í Keypmannahavn á messu, og fyri Sannu og hini systkini hjá Hannu var tað so mangan kærkomið, tá ið børnini gleddust um nýmótans pløggini, tá ið tey fingu føðingardagsgávur, og tá ið Hanna og Johan undan jólum vóru rundferð her á Toftum.

 

So ofta spentu vit fýra frá á ferðum í heitari londum, og tá repiteraði Johan so ofta tað, sum hann við gleði mintist aftur á. Hann var í nógv ár sunnudagsskúlalærari í Ebenezer, og tey sungu í kórinum og mintust uttanlandsferðir í eitt nú Íslandi og Bretlandi. Og so var tað serliga kært minni fyri hann, tá ið hann miðskeiðis í sekstiárunum eitt ár var á skúla í Keypmannahavn. Í samkomuni í Thorsgade lærdi hann ungdómar at spæla guitar, og tað kendist vera serligur tindur, tá ið hann segði frá um stóra felagskórið, sum hann var við í, tá ið Billy Graham í 1965 vitjaði í Keypmannahavn.

 

Johan fekk tíðliga myndatól, sum hann brúkti nógv, og hann hevði vakið eyga við, hvat skuldi avmyndast, og aðrir dýrgripir, sum liggja eftir hann, eru filmsupptøkur, um tær so eru av Ternuryggi, har foreldrini høvdu kolonihava, sum tað varð tikið til, og har pápin um morgnarnar velti einar tveir tímar, áðrenn hann á veg til arbeiðis var í svimjihylinum í Gundadali, ella tað var í Skálafirði, har verfaðirin baksaðist við at fáa alingina at bera til og á skipasmiðjuni á Skála, har mammubeiggin Sofus var stjóri. Tá ið Johan var givin at arbeiða, fór hann undir at digitalisera myndir og filmsbrot, og vit hava øll fingið geyma, har okkara eru við á myndum og upptøkum.

 

Tiltikin eru brotini, ið Johan tók upp av Herlufi Arnason og Ingálvi av Reyna, og sum liggja á youtube. Boðskapurin hjá Herlufi sigur alt um tað, sum Johan bygdi sítt lív á:

 

Á Jesus lambi Guds eg sá, tá mína synd eg kendi,

 

fortaptur dømdur var eg tá, hann sorg til gleði vendi.

 

Eg sá á hann, eg trúði og eg livi,

 

hann sá á meg, og ævigt eitt vit blivu.

 

 Og nú brekkan varð so tung, at hann, tá ið dagurin var longstur og náttin styttst í summar, ikki orkaði meir, var tað gleðin og friðurin í tí, sum Ingálvur syngur – Victor Danielsen eigur orðini og Knút E. Háberg lagið – ið vóru avgerandi:

 

Mær leingist at síggja staðin,

 

sum ævigt grundaður er,

 

mær leingist at síggja dagin,

 

sum ei mót náttini ber.

 

Men, Harri, enn meir mær leingist

 

at síggja andlit títt,

 

av tráan mítt hjarta treingist,

 

at alt skal vera nýtt.

 

Hanna og Johan livdu í meiri enn 52 ár í eydnuríkum hjúnarbandi. Tey vórðu signað við fimm børnum – Niels, Júst, Eva, Maria og Rebekka – og familja og vinir hjá teimum og hjá børnunum eiga søt minni um góðar løtur í snotiliga og hugnaliga heiminum. Tey brúktu nógvar tímar kring húsini, og íløgan sæst aftur í vakra urtagarðinum. Tað var so eyðsýnt, at tað vóru børnini og so svigarbørnini og barnabørnini og nú eisini tey í næsta ættarliðnum, sum vóru raðfest hægst, og sum størsta íløgan varð gjørd í, og orðini hjá tí vísa Salemon eru í hesum sambandi so beinrakin: Krúna hinna gomlu er barnabørn, og prýði barnanna er fedrar teirra.

 

Góða Hanna og øll tíni. Harrin styrki tykkum í sorgini og sakninum eftir tín elskaða mann, og tykkara góða pápa, verpápa, abba og langabba. Hóast sorgina so takka vit fyri, at tá ið sjúkan fyrireikaði síðsta álopið, so var tað sum hjá Enoki, at Gud tók hann.                                                                                                                                                               Jóannes svágur